Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 104
112
Føroyski leypurin
og eiga, eftir tí, ið oman fyri er nevnt, at rúma tí pottatali,
ið sett er við teir.
óífimtingsleypurin verður í Sandvík eisini kallaður hálv«
tunnuleypur. Hetta navnið, eins og fimtingsnøvnini, er eftir
krambatunnuni, sum tekur 12 fimtingar. Eitt sindur ósam*
bærlig eru tí nøvnini fjórðungsleypur (4 fimtingar) og hálv*
fjórðungsleypur (2 fimtingar), tí her er navnið eftir heima«
tunnuni, ið tók 16 fimtingar.
Her skulu verða settar nakrar fáar uppmátingar av leyp=*
um í Sandvík, talva 2, og svarar rúmið á summum teirra
Talva 2.
Innrúmið sum Innrúmið sum
tað átti at verið tað er
a. 7-fimtingsleypur 84 pottar 86,9 pottar
b. 7- 84 - 80,3 -
c. 6- 72 - 78,9 -
d. 6- 72 - 81,7 -
e. Fjórðungsleypur 48 - 48,5 -
f. - 48 - 51,8 -
rættiliga væl til oman fyri nevndu mál (a og e), men á
øðrum minni væl (b og f) og illa (c og d).
Til at avgera um hesar óreglur eru av tilvild, og
leyparnir í Sandvík yvirhøvur hava tað mál teir «eiga»,
ella um leyparnir yvirhøvur hava annað mál enn teir «eiga»,
røkkur tilfarið ikki, til tess mega fleiri mátingar av leypum
verða gjørdar. — —
Leypurin sum mál.
Leypurin hevur verið nýttur sum mál, og hevur tá iva=
leyst verið hugsað um byrðarleyp, — ella/og rossleyp. Men
hetta hevur verið ógviliga óneyvt mál, ella ið hvussu er
ógviliga ójavnt eftir bygdum. — Eftir svørunum upp á
spurnarbløðini er innrúmið á byrðarleypi heilt frá 59,3 dm3
og til 107 dm3. — Men av 23 máldum leypum er 21 ímilb
um 60 og 90 dm3, og av teimum aftur eru 9 ímillum 70
og 80 dm3. — Tá ið nú hálvtunnan er 69,6 dm3, er byrðar*