Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 107
Føroyski leypurin
115
mann undir leypi, at tað munnu vera tey børn og hálv*
vaksin, ið ikki hava sæð hann, og hini munnu eisini venda
sær á, um tey síggja hann.
í flestum førum í dagliga lívinum varð leypurin havdur
á lofti, og verður her roynt at lýsa hann sum amboð í
arbeiðslívinum. — Sagt skal tó verða, at reiðingin verður
ikki viðgjørd her, hon verður bert nevnd.
Fyrst skal tó — aftur at tí, sum nevnt er í fyrru greinini7)
— verða sagt eitt sindur um fetilin.
Og tað, sum her skal greiðast frá, er hvussu fetilin verður
festur í leypin, t. e. hvussu bandið verður bundið í fetilin
og í leypin. Myndirnar 1 og 2 vísa hetta.
Vanligasti mátin at binda fetilin uppá er tann, at æs
verður gjørd í endan á fetlinum, og síðan verður bandið
stungið ígjøgnum og bregdað um7). Hesin mátin verður
nýttur í mongum bygdum (t. d. G., Ha., bert í skundi,
Hoy., Hú., Kl., Mi., Mv„ Nd„ Skú.. T.). — Annar máti
er hesum líkur (mynd 1 a); munurin er bert tann, at her
er bregdið ikki smoygt upp um fetilin (t. d. Nd.). Vanligur
máti er bregd um endan á fetlinum (mynd 1 b). Hann
verður nýttur víða (t. d. F„ Gj„ Ha„ He„ Mi„ Mv„ Skú.);
men mangar staðir er tað bert í bráfangi, hann verður nýttur;
og summir taka soleiðis til, at hatta er nakað nýtt og
óvandað. Men í einstøkum bygdum er tað vanligur máti
(Gj.) — Ábindingarknút (mynd 1 c og d) nýta teir summar
staðir (t. d. Ha„ Hú„ Nd„ Mi.) — í Miðvági er vanligt
at binda í fetilin við kompannaknúti, um endan á fetlinum,
og í Skúvoy við (mynd 1 e); og hendir seg í Miðvági,
men sjáldan, vio ferðastaknúti (mynd f). — í Dali, og
møguliga í onkrari bygd sunnanfjarða, verður bandið van*
liga seymað fast í fetilin. Á mynd 1 g er puthonk gjørd
í endan á fetlinum og bandið, flættað ullband, fest í hana.
Mynd 1 h sýnir fetilin, eisini flættað ullband, seymaðan
fastan í sjálvan fetilin.
Vanliga verður fetlabandið fest í leypin undir ovastu
rim (mynd 2). Men er ovasta rimin ikki eitt sindur breið,