Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 52
60
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
neyðin millum vanligt fólk her á landi hevur verið stór
langt aftur í søguliga tíð, ið hvussu er man tað illa bera
til, at tær beint her framman undan nevndu atvoldir til
lítar kunnu ráða okkum ta gátu, hví tuberklarnir vundu
so øðiligt uppá seg beint undan aldarskiftinum. Samgongu*
líkindini oyggja og bygda millum vóru lítið broytt hesi ár.
Men her hendi nakað annað í seinasta fjórðingi av 19.
øld, sum broytti viðurskiftini út í æsir, og var hetta skips*
fiskiskapurin.
Tá einahandilin varð avtikin, vóru 3 skip í Føroyum,
og í 1860 vóru tey 9, men hetta vóru ikki fiskiskip, men
skip, sum sigldu farmasigling. Skipsfiskiskapurin byrjaði
ikki av álvara fyrrenn umleið 1870, men ilt er at fáa skil
á skipatalinum tey fyrstu árini. Líðandi man talið vera
vaxið, men í 1877 tykjast ikki at hava verið fleiri enn 12
fiskiskip, í 1878 13, í 1881 21, í 1882 22 og í 1883 26,
men minkaði so nøkur vánalig ár niður í 14 í 1890. Men
so kemur serliga aftaná tað góða fiskiárið í 1891 ein bráður
vøxtur, og síðan hava vit gott um at halda talinum við^
víkjandi.1) Hesi tøl munnu vera álítandi:
1877 12 1890 14 1899 68
1878 13 1891 15 1900 81
1881 21 1892 25 1901 85
1882 22 1893 36 1902 84
1883 26 1894 39 1903 95
1885 20 1895 46 1904 112
1886 18 1896 62 1905 114
1887 15 1897 66 1906 122
1888 16 1898 65 1914 140
>) Lætt tykist ikki at vera at fáa tey púra beinu tølini fram. Almenn
lýsing (Statist. opl. 1918) hevur hesi tøl: 1870 — 16, 1880 — 26, 1890
— 25, 1900 — 91, men uppí hesi tøl eru tald onnur enn fiskiskip. Be-
tænkn. fær. Erhvervsf. (1939), Joensen, Petersen & Mortensen (1955) og
Mitens (1956) nevna einstøk tøl um fiskiskip, men ikki ár undan ári.
Tey tøl, eg her havi nýtt fyri 1856, 1860, 1878 og 1882 — 1906 hevur
harra Páll J. Nolsøe, skjalavørður, gjørt so væl at leita mær fram, og
beri eg honum her mína tøkk fyri hetta.