Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 2
10
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
ingar av gomlum beinagrindum ivaleyst einasti gongdi
vegurin. Men higartil er at kalla einki gjort av tílíkum
starvi.1) Vit kundu hildið, at tær gomlu kirkjubøkurnar2)
kundu hjálpt okkum nakað væl á leið aftur í tíðina, men
tíansverri er ikki so (sí kortini seinri). Framman undan
17853) er bert hendingaferð í hesum bókum viðmerkt,
hvørjum fólk eru deyð av, men heldur ikki aftaná hetta
ár hava prestarnir altíð sett deyðaatvoldina hjá, hóast tað
nú seinast í 18. og fyrsta parti av 19. øld verður meira og
meira vanligt at finna deyðaatvoldina hjásetta, og um miðjuna
av 19. øld standa tær hjá mest sum øllum.
Hesar viðmerkingar, gjørdar av prestum — og ymist
síggjast hesir at hava lagt sær nær — eftir frásagnum teirra
avvarðandi kunnu sjálvandi ikki takast fyri tryggar sjúku=
avgerðir, men við varsemi má kortini vera okkum loyvt at
miða okkum eftir teimum. Her finna vit nú heitini: tæring,
lungetæring, tærende brystsyge, svindsot, lungesvindsot
o. s. fr. umframt tað mest ivasama: brystsyge. Boeg (1902)
heldur seg við vissu í kirkjubókunum hava funnið tuberklar
sum deyðaatvold longu seinast í 18. øld, og teir verða
tættari í fyrra helmingi av 19. øld. Men hann skoytir uppí,
at teirra millum eru ikki fáir tilburðir, har tað er sjónskt,
at sjúkan er komin uttan í frá (t. v. s. hjá fólki ella við
') Óhugsandi er heldur ikki, at gomul skjøl, tá tey einaferð gerast
meiri tøk, kunnu stuðla okkum her.
2) Summar av hesum ganga hópin langt aftur í tíðina, aðrar tíverri
bert eitt styttri tíðarskeið. Elsta er fyri Eysturoynna frá 1687 og síðani
koma: Fyri Sandoynna frá 1719, fyri Suðuroynna frá 1745, fyri Suður-
streymoynna frá 1757, fyri Norðuroyggjarnar frá 1760, fyri Vágoynna
frá 1797 og yngst er hon fyri Norðstreymoy frá 1816 (fyri hesar upp-
lýsingar takki eg harra Páll J. Nolsøe, skjalavørði).
3) í einum próstabrævi, dagf. h. 12. januar 1785, varð gjørt prest-
unum kunnugt, at eitt kanselliskriv, dagf. h. 11. september 1784, álegði
teimum at viðmerkja i kirkjubókunum m.a.: «Hvussu mong, ið doyðu
beinan vegin, tey vóru borin í heim, ella av hungurs-, vanlukku- ella
sjúkuávum».