Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 64
72
Tuberklarnir í Føroyum 1 19. og 20. øld
byrjað. Yvirlæknin gjørdi allar pirkingar, allar Mantoux*
III==kanningar á teimum, sum minus vóru við pirking, øll
eftirlit og loksins allar koppingar sjálvur, so einki skuldi
koma aftur um aftur, nú koppingin var so púra nýggj her
á landi. Tí kravdust 4 vitjanir í hvørjari bygd, áðrenn liðugt
var, men longu miðjan december 1946 høvdu hann og
hjálparsjúkrasysturin verið alt landið runt. Fvrstu 6 vik*
urnar av 1947 var tikið aftur í aftur í teimum størri bygd=
unum, av tí at nógv sjófólk høvdu verið burturstødd.
Boðið hevði verið til koppingar øllum, sum eldri vóru enn
7 ár, undir henda aldur bert, tá foreldrini bóðu um tað.
Tá høvdu verið gjørdar 12.373 pirkingar og 9.131 Man»
touxkanningar, og 8.268 fólk vóru koppað móti tuberklum
(av hesum tey 1098 undir 7 ára gomul). Tað vil siga, at
í fyrsta umfari vóru koppað 28,3 °/o av allari tjóðini. Undir*
tøkan frá fólki hevði verið ófør, einans í Suðuroy og í
minni mun í Sandoy hevði luttøkan verið heldur vánalig
og var har vantreysti at finna viðvíkjandi hesari kopping.
Nakrar mánaðir seinri vóru í Vágum kannað 481 koppað,
men av tí at øll hesi vísti seg at vera tuberkulimpositiv,
var fyri fyrst steðgað við hesum eftirkanningum og í staðin
hildið fram við koppingunum úti um bygdirnar. í 1947
vóru aftrat koppað 2303 fólk, í 1948 1543, í 1949 1257,
í 1950 655, í 1951 1463, í 1952 344, í 1953 775, í 1954
928 og í 1955 254. Tilsamans eru sostatt tíggju tey fyrstu
árini, tá vit ikki telja endurkoppingar uppí, 17.790 fólk
her á landi koppað móti tuberklum. Fólkatalið her í Før*
oyum við árslok 1955 var 32.489. Eftir eru tí útvið 15.000,
sum annaðhvørt eru vorðin tuberkulimpositiv av smittu
ella ikki enn hava hildið seg til at verða koppað, hóast
tey eru tuberkulin«negativ.
1946—55 eru fráboðað 374 sjúk av tuberklum og 129
deyð. Av hesum hava einans 19 nýsjúk og 3 deyð verið
millum tey umleið 17.800, sum eru koppað móti tuberk*
lum, tey 355 nýsjúku og tey 126 deyðu hava verið millum
tey útvið 15.000, sum ikki eru vorðin koppað. Sjálvandi