Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 24
32
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
4, sum eftir eru, og sum øll 4 annaðhvørt høvdu deyðaváttan frá lækna
ella líkskoðaraváttan við áriti frá læknahond uppí bólkin: aðrar heila-
og mønusjúkur. Av teimum 3 við tuberklum í beinagrindini, komu tey
2 beint fyri, men tað 1, sum hevði deyðaváttan frá líkskoðara uttan
læknaárit, varð talt uppí: deyðaatvold ókend. — Tann 1 tilburðurin av
nýmatuberklum og tann 1 við tuberklum í hálseitli umframt í heila-
og mønuserki komu í beinan bólk (tuberklar).
Av teimum 22, sum skeivt eru fyrikomin og soleiðis ikki eru tald
uppí tey av tuberklum deyðu hesi ár, eru at finna øll tey 7, sum doyðu
av tuberklum í heila- og mønuserki (tey 6 farin í skeivan bólk, tað
1 farið undir: deyðaatvold ókend), tað 1 av teimum 3, sum doyðu av
tuberklum í beinagrindini (farið undir: deyðaatvold ókend) og 14 av
teimum 54, sum doyðu av lungnatuberklum (1 farið í skeivan bólk,
tey 13 farin undir: deyðaatvold ókend).
Aðalatvoldirnar til allar hesar skeivleikar eru tvinnar:
tær nógvu deyðaváttanir frá líkskoðarum, sum — ið hvussu
er tá — ikki sloppust undan, men eisini, at embætislækn»
arnir hava ikki nóg gjølla kannað hesar váttanir og lítið
og einki tykjast at hava gjørt til at fáa sær gjøllar upp*
lýsingar, sum kundu ført til eins gott úrslit, sum annar
maður (Rasmussen 1931 a) so mong ár aftaná hevur kunnað
fingið.1) Teimum til umberingar má kortini verða sagt, at
økini, teir tá á døgum høvdu um at fara, vóru stór, nakar
kunnleiki til lítar til viðurskiftini var ringur hjá teimum
at fáa eftir so fáum árum, sum summir vanliga vóru her
á landi. Ikki var altíð lætt at minnast aftur sjúkling, sum
teir kanska høvdu ikki sæð í mong ár og viðhvørt hevði
sjúklingurin havt annan lækna, og embætislæknin kanska
*) 1 royndum er ymist, sum bendir tann vegin, at embætislæknarnir
einki hava gjørt til at fáa ta beinu deyðaatvoldina uppspurda.
Ein varðveitt uppritsbók frá gamla Norðuroya læknafylki, har di-
striktslæknin, sum skuldi burtur eitt skifti, skrivar gjølligar leiðbeiningar
til eftirmann sín — hetta pettið av bókini sæst skilliga at vera skrivað
stutt áðrenn marts 1912 — sigur um henda spurning: «Hvis lægen ikke
personlig har kendskab til dødsaarsagen, kan han ikke tage noget hen-
syn til ligsynsmændenes diagnoser, men betragter tilfældet som «ube-
kendts dødsaarsag og opfører dette paa mortalitetstabellen». Ikki eitt
orð um sjálvur at royna at bøta um tilfarið við eftirkanning.