Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 50
58
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
bandi frá 1910 og øll árini upp eftir. Millum meslinga*
farsóttirnar og tuberklarnar er einki samband at finna,
hvørki tað ið viðvíkur deyðum ella nýsjúkum av tuberkb
um. Saman við ella beint aftan á meslingafarsóttina 1928—30
er vøxtur í talinum á bæði nýsjúkum og deyðum av tu*
berklum, men — vita vit — hesin vøxtur í talinum (ið
hvussu er á nýsjúkum) hesi ár hevur aðra atvold, og er,
sum áður frágreitt, valla bein, men bert at vísa seg. Beint
tá meslingafarsóttin 1915—17 og hin ógvuliga stóra farsóttin
í 1935—36 eru í Føroyum, er avgjørt um somu tíð fall í
tuberklunum. Við kikhostafarsóttirnar er einki regluligt
samband og heldur ikki við tær stóru farsóttirnar av beim
krími. Onkustaðni fella høvdir og lægdir fyri allar hesar
sjúkur toluliga væl saman, men gongdin í tuberklunum
tykist ikki á nakran hátt at laga seg eftir, nær hesar far*
sóttir hava verið. Taka vit allar fráboðaðar smittsamar sjúkur
á hvørjum ári undir einum og bera tær saman við tu=
berklasjúkuna, er heldur einki regluligt samband at finna.
Hetta úrslit sigur sjálvandi ikki, at slíkar farsóttir — og
tá serliga av beinkrími og meslingum — hava einki at týða,
at tær veikja ikki fólk móti tuberklum, so hin sjúki ikki
doyr áðrenn hann annars vildi gjørt, og sjúkan brýtur ikki
út hjá tí smittaða, sum annars kanska hevði eingi tuberkla*
eyðkenni fingið. Vit vita, at so er ofta, men hesar farsóttir
tykjast kortini ikki at gera so nógv um seg, at tað skilliga
sæst aftur í sjálvari sjúkugongdini í landinum. Vit noyðast
at leita aðrar staðir eftir meiri munandi atvoldum.
Ymist er at føra fram.
Var tíðin undir einahandlinum mangan ein ring tíð, so
tykist eftir tí at døma, sum heilsulagslýsingarnar og t. d.
Boeg (1902) vita at bera fram, tey fyrstu umleið 40 árini
av fríhandilstíðini fyri hin minni menta her á landi at hava
verið ein stak vond tíð, har nógv stóð á fólki, áðrenn alt
so líðandi hevði lagað seg eftir tí nýggju tíðini, sum nú
alt í einum legði inn yvir landið. «Smámaðurin úti á bygd»
— so tekur Boeg (1902) til eftir eini frágreiðing tey árini