Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 163
Nøkur orð um R. K. Rasmussen og ritgerðir hansara 171
Krøvini setur hann skilliga fram: Neyðugt er at fáa eygna*
lækna til Føroya einar 4—5 vikur á hvørjum ári. Bøtast
má um kor teirra blindu, tí sum er — so tekur hann til —
sita hesi mangan við lítlari ellisrentu og ongari avlamishjálp
í sera trongum korum. Skipast má so fyri, at tey eins og
aðrastaðni fáa høvi at læra okkurt handaverk. — Eins
og vit vita er í hesum viðurskiftum síðan almikið broytt.
Men hesi fyrstu árini hevðist hann eisini at øðrum. Hann
skrivar greinir um umfarsjúkur av lívsýki (1925, 1926) og
fær kannað og uppspurt atvoldina til hesa sjúku.
Hann skrivar um kikhosta (1925), og er ein hin fyrsti,
sum burtur av kannar og setur reglurnar fyri, nær og hvussu
koppast skal móti kikhosta og hvørja vernd, henda kopping
gevur. Lítið hevur síðan verið hjá øðrum at leggja aftrat
hesum úrslitum.
Hann skrivar dygdargóða grein um snultudjór hjá fólki
í Føroyum (1928) og søguligar og málsligar greinir um
sjúkuna myalgia epidemica í íslandi og í Føroyum (1931,
1933, 1935).
Hetta, sum dr. Rasmussen higartil hevði avrikað, var
nógmikið til at gera hann kendan og umtóktan av øllum,
sum skil høvdu á heilsuligum viðurskiftum. Kanningar
hansara viðvíkjandi eingilsku sjúkuni, tuberklunum ogteim=
um blindu eru stórarbeiði. Men kortini er tað ikki tær,
sum gjørt hann hava so víðagitnan.
í 1938 kemur ritgerð hansara um nátasjúkuna, henda
grein, sum kønir menn í útheiminum hava skírt: «eitt fram*
úrskarandi vísindaligt avreksverk», og sum kom at gera
navn hansara kent starvsfelaga millum um allan mentaðan
heim. Sjálvur hevði dr. Rasmussen, tá hann gjørdi hesar
kanningar, ongan sjúkan sæð av nátasjúku. Støði hans*
ara var tann frágreiðing, sum táverandi lækni suðuri í Vági,
Arthur A. Rasmussen (nú Vaag), hevði borið fram í før=
oyska læknafelagnum í mai 1934 (og seinri í ritgerð) um
farsótt, sum gingið hevði í 1933 í hansara læknadømi, og
annars teir upplýsingar um sjúkuna, hann fekk sær frá