Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 154
162
Víkingaaldargrøv í Tjørnuvík
verið undir, av tí at grótið sum nevnt var inndottið. Eftir
øllum líkindum hevur heygur neyvan verið gjørdur yvir
grøvina.
Stutt frá skøltinum — 10 cm á skák niður og frameftir
— lá einasti gripurin, ið henda menniskja hevði fingið við
sær (4. mynd nr. 5).
Tað var ein ringprónur úr bronsu, sum sat í lítlum klædna=
lepa, ov lítlum til at vit fyribils tora at siga meira enn, at
leivd er av einumhvørjum plaggi, líkið varð lagt í.
Sovorðnir ringprónar vórðu í forðum havdir at halda
skikkjuni saman framman á bringuni, nakað soleiðis sum
tey seinri í tíðini høvdu prón í sjáli.
Ringprónur okkara lá um herða^ ella bringuleiðina, og
klædnalepin sigur greidliga frá, til hvørs hann var nýttur.
Hann er 150 mm langur allur og sum myndin (6. mynd)
vísir endar nálin í høvdi ella knøtti við ringi í. Nálin er
rund; ovast 4,2 mm tjúkk og mjækkast líðandi niður móti
oddinum.
Høvdið, 7 mm høgt, 6 mm breitt, er evnað sum tern*
ingur við sneiddum hornum og fløtum síðum; inn í fram*
síðina er grivin sermerktur tvíknútur, vanliga nevndur:
valknútur; sama myndin hómast eisini á baksíðuni, men
er her næstan eird burtur. Eitt sindur oman frá høvdinum
er lítil, lág klingra um nálina og undir henni innskorið
sniðband. (7. mynd).
Ringurin er rundur, 4 mm tjúkkur og 18 mm víður
uttan; niðast er 1 mm tjúkkur tráður lagdur í bregd.
Hetta man vera sjáldsamt, vit hava ikki uppspurt nakað
samdømi og kunna einki siga um, hvat hesin tráður hevur
verið til. (8. mynd).
Hetta er einfaldur, men vakur og sjáldsamur skartgripur.
Úrslit.
Við tað at hetta er fyrsta ferð forn grøv við gravfæ er
funnin í Føroyum, eiga vit einki sammetingartilfar sjálvir;