Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 12
20
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
boða frá øllum tilburðum, teir fáa undir hond, av tubeklum
í lungum og barkakýli, og skylda lækna og líkskoðara at
boða frá øllum andlátum hjá fólki, sum hava tuberklar.
Ivingarsamt tykist tað kortini at vera, hvussu hesar frá*
boðanir hava roynst. Frá heilsustjórnini havi eg fingið upp*
lýst'), at teir upp til 1928 ongatíð fingu fráboðanir send*
andi, men fyri teir nýggju tilburðirnar av tuberklum einans
høvdu sjúkralistarnar við teirra ivaleyst óálítandi tølum
(sí seinri) at miða seg eftir, tá tølini skuldu gerast upp.
Føroyskir tuberklasjúklingar vóru tí ongatíð enn komnir
uppí tað ógvuliga gjølla umfarna persónskortsavnið, sum
heilsustjórnin tá hevði stríðst við at fáa skapað fyri Dan*
mørk í eini tjúgu ár. Hetta er vert at hava í huga, tá vit
seinri skulu meta um, hvussu álítandi tøl okkarn eru øll
hesi fyrstu árini. í rundskrivi dagfest h. 23. mai 1931 frá
heilsustjórnini til embætislæknarnar í Føroyum varð álagt
hesum at senda allar upprunaligar fráboðanir inn til heilsu*
stjórnina, og eydnaðist tað at fáa til vegar alt tilfar frá 1929
og úteftir. — Seinasta broytingin í mannagongdini er tann,
at fyri Danmørk var í rundskrivi frá heilsustjórnini, dag*
fest h. 19. december 1950, gjørt av, at frá 1. januar 1951
skuldu allar fráboðanir — bæði fyri nýggjar tilburðir og
fyri deyð við tuberklum — frá læknunum beinanvegin
sendast inn til tuberklastøðina í avvarðandi landsparti. Av
tí at tað hevur stóran týdning, at hesar fráboðanir fyrst
verða handfarnar av teirri miðstøð, sum hevur undir sær
øll aðaltiltøk móti tuberklum, hava vit eisini her í Føroyum
nýtt hesa skipan síðani.
3. Tuberklatalið í Føroyum 1879—1955.
í 2. talvu er sett upp eitt yvirlit yvir tølini fyri nýggjar
tilburðir og fyri deyð av tuberklum í øllum likamslutum
*) Fyri samráðingum hesum spurningum viðvíkjandi takki eg stjór-
anum fyri sundhedsstyrelsens medicinalstatistiske afdeling, frgv. Mariu
Lindhardt.