Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 38
46
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
bæði gamalur kenningur og algongd sjúka í Føroyum. Hon
er fyrr á døgum vorðin mistikin fyri aðrar sjúkur. Men
hann sigur seg eisini vita um bæði bygdir og oyggjar, har
tuberklarnir ongatíð munnu hava gingið, og dugir hann
av oyggjum at nevna: Nólsoy, Hestoy, Koltur, Skúvoy og
Stóru Dímun, men, tekur hann upp aftur, her eru eisini
bæði bygdir og oyggjar, har tuberklarnir ivaleyst leingi
hava verið og enn eru vanligir, eitt nú í fleiri bygdum í
Sundalagnum. Heilsulagslýsingarnar frá 1900 og fram í
tíðina siga javnan frá tuberklum í øllum læknafylkjum —
og við teimum oyggjum í huga, har sjúkan ongatíð skal
hava verið, kann verða nevnt, at í 1915 verður sagt, at nú
er Nólsoyggin illa viðfarin av tuberklum, og at tuberkla*
læknin ger vart við, at sjúkan tey støð, hon leingi hevur
verið kend, tykist at vera lin, men at hon breiðir seg sum
farsótt og gongur ring, har hon higartil hevur verið heilt
ella nærum ókend, t. d. nøkur ár harfyri í Skopun. í 1920
vant hon nógv uppá seg í Norðdepli. Fyrst í 1930íárunum
herjaði hon illa í Skúvoy, og í 1934 gekk hon sum farsótt
í Mykinesi (Lynge 1935a, b).1) Tá saman um kemur, man
tað kortini einans vera heilt fá støð, har tuberklarnir ikki
hava verið kendir fyrr enn á okkara døgum.
1. Tey kunngjørdu tolini.
Frægast skil fáa vit á sjúkugongdini um allar Føroyar,
eygleiða vit 1. og 2. farmynd, har øll tølini úr 2. talvu eru
sett upp — í 1. farmynd fyri tey deyðu, í 2. farmynd fyri
tey nýfráboðaðu sjúku. Súluhæddirnar eru meðaltølini um
árið fyri hvønn 5«ára bólkin roknað uppá 10.000 íbúgvar.
Taka vit fyrst tuberkladeyðan so sæst, at 1. farmynd upp
til 1920 er óreglulig, har eru høvdir og lægdir, men kortini
0 Viðmerkjast kann, at Faber (1944), sum í 1919 vitjaði m. a. Myki-
nes, skrivar, at tá teir komu hagar . . . «fingu vit læknar skjótt nóg
mikið um at vera . . . har vóru nógvir sjúklingar við magasári, tu-
b e r k 1 u m (tant her) o. s. fr.»