Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 7
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
15
av sjúkurnar vóru als ikki tryggar — teir høvdu einans ber
eygu og oyru á at líta, og svikaligt halda vit hetta vera í dag.
Ikki er tað nógv, sum aðrastaðni kann beina okkum á
leið. Sera lítið er í teimum kunngjørdu heilsulagslýsing«
unum greitt frá tuberklunum. í 1849 finna vit, at av teim«
um 95, sum hetta árið doyðu í Føroyum, sigast tey 16 at
vera deyð av «tæringi». í 1862 er nevnt, at 2 doyðu av
phthisis, og hvørt árið 1863 og 1864 tykist heilsulagslýs«
ingin siga frá, at 1 doyði av hesi sjúku. í 1872 stendur,
at lungnatuberklarnir, sum higartil hava verið at kalla
ókendir, nú vanliga eru at finna og vinda uppá seg ár
undan ári. í 1873, at eitlasjúkan verður vanligari, og hetta
ár sigur landkirurgurin seg at hava havt 12 tilburðir undir
hond.
Men enn í 1882 skrivar Madsen Hoff, at eitlasjúka er
í Føroyum einans kend í linum stigum, og at lungnatu*
berklar, hóast teir nú eru meiri vanligir enn eini 20—30 ár
framman undan, alls ikki er nøkur vanlig deyðaatvold.
Meira og meira fáa vit varhugan av, at tuberklarnir hesa
tíðina, vit nú higartil hava kannað, hóast tað, sum lækn*
arnir tá á døgum hava hildið, hava havt fótin væl fastari
í oyggjunum. Mikilsvert hevði tað tí verið, áttu vit eina
rannsókn, sum við tølum og við atfinningarsemi royndi at
lýsa viðurskiftini hetta tíðarskeið, áðrenn reiðulig sjúkdóms*
og deyðatøl hava verið kunngjørd. Og — lukkutíð fyri
okkum — eiga vit her ta stak vandnu rannsóknina eftir
Rasmussen (1931 a).
í fyrsta umfari hevur hann lagt viðmerkingarnar í kirkju*
bókunum í Eiðis læknadømi til grundar, og við hesum
tilfari hevur hann so sera gjølla spurt seg fyri í øllum
bygdum og annars allar staðir, har upplýsingar um tey
deyðu, ætt og bygdafólk teirra kundu fáast. Ongantíð hevur
hann litið á hesar viðmerkingar, uttan so at hann á annan
hátt hevur kunnað savnað sær so tryggar upplýsingar um
tey deyðu, at hann kendi s'eg ivaleysan í sjúkuavgerðini.
Vit skulu ikki fara út í æsir við hesum dygdargóðu rann*