Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 17
Tuberklamir í Føroyum í 19. og 20. øld
25
1926 1927 1928 1929 1930 23.500 47 57 67 79 115 31,1 29 21 25 26 47 12,6
1931 110 32
1932 86 23
1933 24.900 81 36,7 19 10,3
1934 89 27
1935 91 27
1936 59 21
1937 73 19
1938 26.600 96 29,0 33 9,2
1939 69 21
1940 89 28
1941 100 20
1942 72 29
1943 28.300 79 27,6 20 7,7
1944 102 20
1945 38 19
Fyri 1921 eru kunngjørd 34 andlát, men í textinum á heilsulagslýs-
ingini stendur 39. Ymist bendir á, at 39 er skeivt skrivað ella beinleiðis
prentvilla, og er tí fyrra talið 34 nýtt.
Fyri 1929 stóð upprunaliga í heilsulagslýsingini 57 nýggjir tilburðir
av tuberklum, men hetta er i komandi lýsingum rættað til tað beinara
79 (tuberklastøðin var tá farin undir at royna at fáa meiri skil á frá-
boðanunum, og áðurnevnda persónskortsavn fyri Føroyar byrjar júst
frá hesum ári).
1934 eru kunngjørd 26 andlát, men yvirlit landslæknans (Lls.) fyri
hetta ár vísir 27 andlát, har tuberklar eru væl tilskilaðir. Tí er hetta
seinra tahð nýtt.
1937 eru kunngjørd 17 andlát, men yvirlit tuberklayvirlæknans (Tbls.)
hevur 19, og er hetta nýtt. — Sama ár eru kunngjørdir 69 nýggir til-
burðir við tuberklum, men Tbls. hevur 73, sum tí er nýtt.
1939 eru kunngjørdir 62 nýggir tilburðir, men eigur hetta tal, smb.
Tbls. og Lls. at vera 69, sum er nýtt.
1940 eru kunngjørd 29 andlát, men av tí at 1 av hesum var Ong-
lendingur, sum doyði í Føroyum og tí ikki eigur at verða taldur uppí
tuberklatalið hjá okkum, er nýtt talið 28. — Sama ár eru kunngjørdir
88 nýggir tilburðir, men eigur talið smb. Tbls. og Lls. at vera 89, sum
er nýtt.
3