Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 5
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
13
(1847 a) sjálvur sigur seg at hava funnið í Føroyum fleiri
«rheumatiske hydarthri», sum seinri eru vorðin til tumores
albi. Hesir seinastu, sum vit síðan vita eru tuberklamein,
eru jú millum fólk vanliga so nógvar ferðir sjáldsamari enn
lungnatuberklarnir.
Manicus (1847), sum var staddur í Suðuroy um somu
tíð og í somu ørindum, sum Panum hevði í hinum oyggj«
unum, sigur eisini, at eitlasjúka og lungnatuberklar eru
sjáldsamar sjúkur í Føroyum — so óvanligar, at tað bein*
leiðis av elstu læknum hevur verið avnoktað, at hesar sjúkur
vóru her at finna. Men eins og hann heldur seg hava sæð
fleiri børn við eitlasjúku, heldur hann seg eisini við vissu
eftir sjúkueyðkennunum og kanningunum av sjúklingunum
at døma hava funnið tuberklar hjá 3 yngri fólkum. Kortini
doyði av sjúklingum, sum hann hevði vitjað í Suðuroy,
eingin av lungnatuberklum.
Lund (1884), sum var lækni í Suðuroy 1873—79, nevnir,
at millum 191 deyð í hesum árum, vóru einans tey 3 deyð
av lungnatuberklum og 1 av tuberklum í heila« og mønu*
serki. Eitlasjúka var ógvuliga sjáldsom, hann fann bert
25 linar tilburðir. Tilsamans hesi ár tykist hann at hava
funnið 7 sjúk av lungnatuberklum1), og sigur hann tí eisini,
at henda sjúka er sjáldsom. Kortini nevnir hann í sama
viðfangi vatn á lungunum uppí tær vanligastu sjúkurnar,
hóast hann av teimum hesi ár ikki sæst at hava rakað við
fleiri enn 8. Hann fann 6, sum spýttu blóð, men skilar til,
at tuberklar høvdu tey ikki. Tvørtur ímóti Panum (1847 a)
sigur hann eisini, at áhaldandi slím á lungunum einans er
at finna hjá einstøkum og tá heilt gomlum fólkum. Men
hóast hesi ivamál er í ritgerð Lunds (1884) nakað, sum
1) Við røttum finnist Berg (1889) harðliga at ti fløkta framburði í
hesi bók. Sjálvur metir Berg, at í Suðuroy um hetta mundið má ætlast
árliga at hava verið 5 sjúk og 4 deyð av lungnatuberklum uppá hvørjar
10.000 ibúgvar, og telur hann tí bæði hesa sjúkuna og eitlasjúkuna
uppí tær í Føroyum sjáldsomu.