Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 79
Merking av toski vestan fyri Suðuroy í 1952 87
1. Á sumri. Hin 16. juni 1952 vóru tveir maskinbátar
úr Fámjin leigaðir til at merkja fisk vestan fyri bygdina.
Henda dagin lá danska rannsóknarskipi «Dana» á Tvør*
oyri, og vit fingu tveir fiskifrøðingar av «Danu» at hjálpa
okkum við merkingini. Roynt var einar tríggjar fjórðingar
úr landi á umleið 80 metra dýpi, ætlað støða mundi vera
61° 30’ N — 7° 00’ V. Á báðum bátunum vórðu merktir 371
fiskar tilsamans.
2. Á heysti. M/b «Akranes» úr Bø merkti fisk fyri Fiski*
rannsóknarstovuna á heysti 1952. 18. —19. november vóru vit
vestan fyri Suðuroy og merktu her tilsamans 152 fiskar.
Roynt varð einar fimm fjórðingar úr landi á umleið 100
metra dýpi, kannað støða 61° 32’ N — 7° 07’ V.
J. Úrslitið av merkingini.
1. talva vísir (í 5 cm bólkum), hvussu stórir teir merktu
fiskarnir vóru, afturat vísir hon longd og aldur á teimum
fiskum, ið ikki vóru sleptir av stað aftur 18. og 19. no*
vember. Sum áður frásagt verður skaddur fiskur ikki av
stað aftur sleptur men úr honum verða nytrirnar tiknar,
so vit kunna síggja, hvussu gamal hann er. Tað er mest
smáfiskur ið er merktur, flestu 2—3 ára gamlir. í november
merktu vit ongan fisk undir 45 cm, so helst eru ógvuliga
fáir 1 ára gamlir fiskar merktir. Hetta síggja vit av 1. talvu.
Men heldur ikki í juni munnu nógvir 1 ára gamlir fiskar
vera merktir, tí vit mugu minnast til, at hetta eru fimm
mánaðir frammanundan aldursgreiningunum av fiski frá
november. Frá juni til november veksur smáfiskurin van=
liga 1—2 cm um mánaðin.
Av teimum 371 fiskunum, ið merktir vóru í juni eru 66
fingnir aftur (17,8 °/o). 2. talva vísir, hvønn dag fiskurin er
afturfingin, mánaðir aftaná merkingina, støða, longd á fiskí
inum tá hann varð merktur, og tá hann varð fiskaður aftur,
aldur á teimum fiskum har nytrurnar eru sendar inn saman