Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 60
68
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
4. Kanningar av skipsmonnum.
Hóast kunnleikin um sjúkuna og líkindini til at finna
toluliga skjótt fram á hana, tóktust teimum flestu at vera
góð, gjørdist tað kortini meiri og meiri skilligt, at í garð*
inum til verndar móti tuberklunum í Føroyum var eitt
opið lið, og at tað eina fremst ráddi um at laða upp í
hetta. Hugsað verður um smittu umborð á skipunum, har
fjøld av mannfólkunum í Føroyum liva undir sera trongs
ligum viðurskiftum stóran partin av árinum, og har smittu*
vandin tí er øðiligur, hvørja ferð tað óhappið hendir, at
ein tuberklasmittuberi verður mynstraður. Ferð eftir ferð
hendi tað seg, at skip við upp til 30 monnum umborð
komu heim aftur at kalla sør, men við monnum, har
summir høvdu fingið smittuhita, summir vatn á lunguni,
aðrir tuberklar í heila* og mønuserk og uppaftur aðrir tu=
berklar aðra staðni í kroppinum. Høvdu skipini verið í
Grønlandi, vóru teir frísku umborð viðhvørt beinleiðis
komnir í neyð (Lynge 1935 a, Poulsen 1946).
Longu í 1905 sæst í heilsulagslýsingini, at hesin vandin
hevur verið umhugsaður, og at menn tá vónaðu, at tær
nýggju tuberklalógirnar skuldu fara at gera mun við tí
møguleika, ið har fekkst til at taka smittuberar. Men so
var ikki. í 1926 hevur Effersøe henda vandan á máli, men
heldur, at ein kanning av øllum manningum hevði verið
ógjørlig, bæði ovdýr og meiri enn læknarnir høvdu komið
frá. Eisini Heerup (1928 a) og Lynge (1935 a) vísa á henda
liga Poulsen (1946, 1950, 1952, 1953, 1957), sum greitt hevur frá tu«
berklafarsóttunum her á landi, og hevur hann sera gjølla kannað og
lýst tilgerðartíðina (umleið 40 dagar) og roynt at tíðarfesta sjúkugongds
ina í mannalikaminum, og hvussu sjúkan tekur seg upp. — Lagt kann
verða aftrat, at hesin størri og tryggari kunnleikin um tilgerðartíðina
gjørdi, at tuberklasmitta umborð á fiskiskipum í 1938 av vanlukkus
ráðnum varð góðtikin sum vanlukka, so hin sjúki kundi fáa tær
sømdir, sum henda trygging heimildar.