Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 35
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
43
húsi. Her er bert, umframt dagliga samvinnu í bygdini at
hava í huga kvøldsetur og dans í trongligum roykstovum.
Ofta varð sovið, har fólk sótu inni, prátið gekk, meðan
gamli lá og hostaði í koyggjusongini. Rætt er tað, at tor*=
ført var tíðum at koma bygd úr bygd, ikki at tala um
oyggj úr oyggj. Tá var árabáturin einasta álitið (gamli
«Smiril» fór ikki at sigla fyrr enn í 1896), men, sum tikið
verður til í heilsulagslýsingini frá 1899, hitt vánaliga ferða*
sambandið gjørdi, at fólk tíðum noyddust at gista, og av
tí vax smittuvandin, tá hann var fyri hond. Hóast ring
ferðalíkindi lógu bygdirnar kortini minni enn so heilt
stongdar hvør frá aðrari. Vit nýtast bert at nevna grinda*
dráp og stórbrúdleyp, tá fólk víða hvar hittust, handils=
ferðir og tingsetur. Tá børn gingu til prest, vóru tey úr
øllum prestagjaldinum savnað saman og búðu í prestbygd*
ini, meðan tey gingu til. Húskallar og arbeiðskonur skiftu
húsbóndafólk, eins og tað skilliga sæst í kirkjubókunum
longu í byrjanini á 19. øld, og av og á ferðaðust húsa*
og bátasmiðir bygd úr bygd (Boeg 1902). Var góður
fiskiskapur í eini bygd, vita vit eisini, at viðhvørt fóru
heilar bátsmanningar hagar at rógva út eitt skifti. Mong,
mong onnur dømi eru í at tríva. I hugleiðingunum hesum
viðvíkjandi, skal verða nevnt, at Føroyingar, eisini mann*
fólk, sína millum hava gjørt nógv av at kyssast, tá teir
heilsaðust (Lund 1884), og at teir, sum heilsulagslýsingin
frá 1904 dregur fram, vóru herviligir at spýta allastaðni —
á gólvi, niður í bátin og inni í kirkjuni.1) Smá, vita vit,
at húsini vóru og vanligt var at sova fleiri í somu song.
Tað er tí kanska meiri at undrast á, at tuberklamir hóast
innlendir ikki áður hava tikið dik á seg. Enn skal verða
nevnd ein hugsandi smittukelda, hóast tað kann tykjast
løgið, og er tað gamla hospitalið í Havn, har — sum vit
hava sæð áður — eisini lógu sjúklingar við ringum tuberklum.
*) Skrivað verður um tað «urimelige» og «hemningsløse spytsvineri
paa gulvet».