Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 129
Føroyski leypurin
137
kastið sett í, sum snaraði seinna snúðurin í tog ella snøri,
ið løgd vórðu. So hvørt sum snúður kom í, styttist bandið,
so leypurin mátti flytast so hvørt. Til at tyngja leypin,
varð grót lagt í hann (He.).
At stoyta ljós í vatni. Tá ið tey stoyttu ljós í vatni,
vóru leyparnir eisini nýttir. — «Eitt træsprek varð lagt tvørtur
um miðjuna á leypinum, oman á tvær ovastu rimarnar, so
har var passaligt rúm at heingja ljósapinnarnar við ljós*
unum á, eftir at tey vóru dripin niður í kirnuna, — til at
storkna. Annar endin á ljósapinnunum varð so lagdur á
rimarnar á leypinum, annar á træsprekið . . .»4).
Leypurin sum mál. Sí omanfyri Leypamál.
Leypurin sum pappírskurv o. a. í okkara tíð er
vorðið vanligt, at skrivandi menn hava leyp til pappírs*
kurv, og snotiligari pappírskurv fært tú ikki enn lítlan
fittan leyp. — Eisini verða gjørdir pinkuleypar, hóskandi
til støddar at hava sigarir ella sigarettir í. Hesir eru fyrst
og fremst ætlaðir útlendskum ferðamonnum til áminningar,
men tú sært teir eisini á roykiborðum í Føroyum.
Mátin at bera leyp og arbeiða við leypi.
Hvussu leypurin verður borin á høvdinum, sæst á mynd
3 og 4. So var ymist, hvussu maðurin gekk. Hann kundi
halda aðra hondina um fetlabandið, ella báðar; ella hann
helt saman hendur niður á nakkan, hevði tær leysar niður
framman fyri seg, ella gekk hendur í favn. — Kom hann
t. d. við fullum leypi av torvi og hevði haka hjá sær, kundi
hann annaðhvørt bera hakan undir hondini, og grevið
frameftir«niðureftir, ella hava hann í leypinum, stungnan
niðurvið bakrimum leypsins, og peiandi upp í loft; men
hann kundi eisini, tá ið hann helt báðar hendur um fetla*
bondini, hava hakan í handakrikunum, liggjandi tvørturum
framman fyri bringuni (t. d. E.).
At ansa eftir. Atburðurin, tá ið arbeitt verður við
leypi, er sum vera man eitt sinđur ymissur í ymsum bygdum
10