Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 51
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
59
— «gjørdist eitt nummar í bókum handilsmannsins.» Pengar
millum fólk vóru ógvuliga sjáldsamir. Føðslan broyttist frá
kjøtí og fiskamatnaði og mjólk til meiri grónkendan kost.
Breyð, ikki at tala um køka, sum higartil hevði verið høg«
tíðarkostur, otaði seg meiri og meiri inn, og nýtslan vant
uppá seg saman við kaffi og te (staðin fyri mjólk). Lækn*
arnir siga turran fisk og epli at hava verið dagligan kost
í fátækratíðini í 1880= og fyrstuni av 1890=árunum. Hetta
var eisini tíðin, tá vit vita, at rúsdrekkanýtslan vant stórliga
uppá seg, og jørð varð sett í veð fyri brennivín. Eisini
klædnabúnin broyttist við og við til útlendsk pløgg, sum
illa hóskaðu til veðurlagið. Út móti aldarskiftinum fór at
lýsna, innløgurnar av skipsfiskiskapinum fóru at seta sær
spor. Fólk fingu tað rúmari við pengum. So við og við
komu nýggj hús av viði, veggjakroysurnar fóru at fækka,
grúgvan varð býtt um við komfýr, og stovur og kømur
komu aftrat. Ivingasamt er kortini, um tey bøttu húsa*
viðurskiftini hava broytt nakað til muns í smittuvánunum,
ið hvussu er í fyrstuni. Fólk høvdu lyndi til bert at nýta
køkin, saman við grúgvuni hvarv ljóðarin, so luftskiftið
inni gjørdist verri (ta sáttdrepandi megina, sum eldri læknar
hugsaðu sær at hava verið í torvroykinum, halda vit nú
hava havt einki uppá seg), moldgólvini vóru nú vorðin til
trægólv, sum kortini sigast tey fyrstu árini meiri at hava
verið sópað enn vaskað, so tuberklabakteriurnar — spýt=
ingin var tá, vita vit, ein herviligur ósiður — saman við
tí turra dusminum fingu høvi at sveima í rúminum. Enn
var leingi vanligt, at meiri enn eitt fólk svav í somu song.
— Væl er tað hugsandi, at summar av teimum her nevndu
umstøðunum hava givið tuberklunum betri gróðrarvánir í
føroysku tjóðini tey seinastu árini undan aldarskiftinum.
T. d. leggur so kønur maður sum Faber (1930) ógvuliga
nógvan dent á kostin, eina mest feskan fisk og kjøt. Men
munnu hóast alt umstøðurnar hava verið so munandi verri
tá enn árini framman undan? Heilt sannførd kenna vit
okkum ikki. Nærri kanningar munnu helst fara at vísa, at