Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 90
Caigeann og køkja.
Eftir Chr. Matras.
1 hesi grein skal verða víst á eitt søguligt spor, eg haldi
meg hava funnið í føroyskum orðatilfari. Evnið er eitt
geliskt orð, sum eg haldi meg hava funnið aftur í før=
oyskum. Ein meinbogi er mær fyri: kunnleiki mín um
reglur og gongd í teimum gelisku málunum er svikaligur.
Eg havi tí leitað ráð hjá geliskkønum monnum, hjá teim*
um Marstrander professara og Dr. Magne Oftedal, og er
tað mær ein uggi, at teir halda meg vera á beinari leið.
Eg seti mær ikki føri á ljóð av ljóði at greiða frá flyt*
ingini úr geliskum (í víkingatíðini) yvir í føroyskt.
Tá ið eg nú kortini ikki smæist fyri at leggja fram úr*
slitið av rannsóknum mínum, er tað við tí treysti, at sakligi
vitnisburðurin roynist nóg sterkur til at siga okkum, at
orðini í yvirskriftini, annað geliskt, hitt føroyskt, eiga sama
uppruna, og at hin málsligi vitnisburðurin er nóg sterkur
til at siga okkum, at upprunamálið er geliskt (skotskgeliskt),
ikki norrønt.
Caigeann (eisini onnur snið av orðinum eru til, sí seinni)
er sum so mong onnur hvønndagsorð í skotskgeliskum,
neyvan skriftfest fyrr enn seint í 18. øld. I írskum er tað,
tað eg veit, ikki funnið. Orðið er nýtt um samangreiping
av (tveimum livandi) kríatúrum, ella, sum MacBain (1911)
sigur: «a couple (of animals), coupling». Upprunin er,
heldur MacBain, *con — ceann, t. e. ein samanseting, har
fyrri liðurin er fyrisetingin con= «við, sam=», seinni navn=