Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 31
Tuberklarnir í Føroyum i 19. og 20. øld
39
hjá okkum valla hava verið minni, hóast ógjørligt er nú
til fulnaðar at prógva hetta.
Hann, ið hetta skrivar, hevur sjálvur savnað tilfarið til
heilsulagslýsingarnar fyri árið 1946 og árini framá og hevur —
við einum álítandi tuberklatalið fyri Føroyar í huga —
gjølla kannað allar upplýsingar, sum inn eru komnar, fregnast
alla staðni eftir nýsjúkum, ansað eftir, at sama fólk kom
ikki at verða talt fleiri ferðir upp í saman (sum lættliga
kann henda, fær nýggjur lækni tey undir hond), og hand*
farið hvørja deyðaváttan, sum skrivað er síðan. Hevur ivi
verið um líkskoðaraváttanir, hevur hann samráðst við teir
læknar, ið kundu hugsast at kenna til hin deyða.1)
C. Smiftuvánirnar.
Skulu vit meta um tuberklarnar her á landi í 19. og
20. øld, er fyrst at kanna eftir, hvussu smittuvánirnar hava
verið, fremst av øllum um smittan kann vera komin aðra*
staðni enn frá tuberklasjúkum fólki.
RusseUJeaffreson (1894, 1901) skrivar, at læknarnir í
Føroyum kenna seg ivaleysar í, at teir heilt fáu tilburðirnir
av tuberklum, sum har hava verið og enn eru, stava frá
innfluttum skotskum og enskum neytakjøti. Hetta man
onkunsvegna vera grov misskiljing. Eitt annað er, um neyta=
tuberklar nakrantíð hava verið so víða um í oyggjunum,
at teir hava munað nakað sum uppruni til tuberklar hjá
fólki.
Effersøe (1886) hevur kannað innfluttningin av neytum
til Føroya heilt aftur til seinast í 18. øld, men uppgerð
hansara vísir, at alla tíðina vóru innflutt neyt bert heilt fá
í tali, og Boeg (1902) sigur seg at hava spurt um øll hesi
neyt og ongatíð fingið illgruna um, at tey høvdu tuberklar.
Stutt eftir 1890 sá hann — Boeg — í Havn eina nýdripna
*) Fyri altíð góða hjálp og ómak av hesum beri eg læknunum her
á landi mína tøkk.