Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 32
40
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
kúgv við víðgongdum tuberklum. Henda kúgv var úr
Klakksvík, men hon var innflutt úr Danmørk. Nakað seinri
varð aftur dripin ein Havnarkúgv, sum var hildin at hava
tuberklar, og í 1896 varð uppaftur dripin ein kúgv í Havn,
har eingin ivi var í, at hon hevði tuberklasjúku. Hendan
kúgvin var úr Norðradali, og tí vórðu í 1897 øll neyt,
7 kýr og 3 kálvar, á sama garði kannað. Allar 7 kýr vóru
tuberkulimpositivar og vórðu dripnar. Á grannagarðinum
vóru 10 neyt, og vóru tey kannað í 1897 og 1898. Tey
4 vóru tuberkulinpositiv, 2 ivingarsom.
So mikið gjørdi hetta, at Djurhuus (1899) varð sendur
til Føroya í 1898, og kannaði hann av teimum 4516 neyT
unum, sum tá vóru her í Føroyum, tey 868 hjá 288 ym<
iskum ánarum og fann 33, sum vóru tuberkulinpositiv, t. e.
út við 4 %. 15 av hesum vóru innflutt úr Danmørk ella
undan neytum, sum vóru innflutt — 18 av føroyskari rót,
men at kalla øll hesi høvdu staðið í fjósi saman við úr
Danmørk innfluttum neytum. Summar oyggjar høvdu onga*
tíð flutt inn neyt, og á slíkum plássum vóru neytatuberkb
arnir heldur ikki funnir, men teir vóru serliga at finna, har
mest hevði verið innflutt. Boeg (1902) hevur borið úrslit
Djurhuus’ar saman við tilfar sítt fólkatuberklunum viðvíkj*
andi, men fann reiðuliga einki samband, uttan so at neyta»
tuberklar vóru ávístir í 2 húsum, har tuberklasjúka var.
Aftur í 1929—30 hevur spurningurin verið kannaður.
Hesa ferð var tað núverandi djóralækni í Føroyum Bech
(1934), sum í sera gjøllari rannsókn kannaði at kalla øll
neyt í landinum — 142 tarvar, 43 oxar og 3671 kýr, tib
samans 3856 neyt hjá 2188 ánarum. Eini 25 varð noktað
fyri at kanna, og kálvar undir fjórðingsár (umleið 125 í tali)
komu ikki uppí. Hann fann einans 12, sum vóru tuberkulin=»
positiv, t. e. umleið 0,3 °/o, eitt tal, hann sjálvur heldur vera
ov høgt. Hann tekur so til orðanna: «Neytatuberklarnir í
Føroyum hava staðið í inniligt samband við innflutningin
av fremmandum neytum . . . Vit hava loyvi at halda at
neytini í Føroyum eru mest sum heilt frí fyri tuberklar».