Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 40
48
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
vit annars høvdu væntað. Gjørt upp í 5»ára bólkar eins
og her, vilja kortini tílík frávik so toluliga verða javnað.
Eftir 1920 mugu tølini, eins og vit framman fyri hava greitt
frá, haldast at vera álítandi, og tryggari eru tey á at líta,
yngri tey verða. Hetta samsvarar so eisini við teirri vøkru
og regluligu gongd, farmyndin hevur tey seinastu 35 árini,
eitt javnt fall niður í 2,3 tuberklaandlát uppá hvørjar 10.000
íbúgvar. Eins og tað sæst á 3. farmynd, verður gongdin,
leggja vit tey 10°/o útfyri 1881—1900 og 33°/o útfyri 1901—20,
at kalla heilt reglulig. Ein óreglulig lægd verður 1891—95.
Kanska eigur hon at vera har — skipatalið hevði tá í Før*
oyum heldur minkað tey seinastu 10—15 árini framman
undan. Kanska er hon bert at vísa seg, vit vita jú ikki,
um brekini í taltilfari okkara eru av somu stødd (10 °/o)
alt hetta tíðarskeið, ella um brekið í tíðarskeiðinum 1891—95
hevur verið serliga stórt og árini beint undan og aftaná
minni. 1 báðum førum verður lægdin tá skiljandi.
Nógvar ferðir verri er at meta beint teimum nýsjúku
viðvíkjandi. Hesi eru sett upp í 2. farmynd. Tað sæst, at
einki fantilsi fæst á hesum nýfráboðaðu áðrenn 1930, men
kann hetta okkum heldur ikki undra, tá vit hava í huga
tað, sum áður er frágreitt um hesi tøl. 1900—30 hava hesi
tøl eina púra óregluliga gongd og tykjast mest sum at
hanga í leysum lofti, tí bera vit tey saman við farmyndina
av tuberkladeyðanum eru báðar myndirnar ikki samlíkar,
hóast gongdin — alt annað mett javnt — noyðist at vera
tann, at ein øking ella minking av andlátunum sjálvandi
má koma eini samsvarandi øking ella minking av teimum
nýsjúku á baki. Fleiri, ið doyggja, fleiri noyðast at hava
verið sjúk árini framman undan. Frá 1930 og út eftir er
at finna ein púra reglulig og jøvn minkan í talinum á teim*
um nýfráboðaðu sjúku, til tess vit í seinasta 5*ára bólk*
inum, 1951—55, koma niður í higartil lægsta talið, 7,4 í
meðal um árið uppá hvørjar 10.000 íbúgvar. Lítið batar
meiri enn framman undan er gjørt at togast uppaftur í
saman um hesi vánaligu, gomlu tøl nýfráboðaðum viðvíkj*