Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 136
144 Føroyski leypurin
at hann skuldi ikki fara eftir ánni. Var grunt í ánni, bloyttist
bert ein síðan ísenn, hon varð so vaskað og leypurin vendur
og lagdur aftur at bloyta, so tann síðan vaskað o. s. fr., til
komið var runt; hetta vardi so fleiri dagar. Var hylur í
ánni nóg djúpur, fór leypurin undir, allur sum hann var.
«Hann varð floyttur og steinar lagdir í botnin, so hann
sakk, og snørisendi knýttur í fetilin og festur á landi (Árn.).
— í fjøruni varð hann bloyttur allur ísenn og vaskaður»
(Hoy.). — Onkustaðni hava teir tikið botnin úr leypinum,
tá ið teir bloyttu teir, løgdu teir so á liðina í ánna, grót
í hann, og lótu so vatnið renna ígjøgnum hann (Ve.). —
Á summum leypum vóru botnfjalirnar lættar at loysa, bert
teir tveir naglarnir í mittfjølini at sláa úr7)- Og á øðrum
leypum var upp aftur lættari: teir høvdu mittastu botm
fjølina vegvaksna, so har nýttist bert ein nagli, í breiðara
enda á fjølini, til at halda. — Á rossleypi hekk botnurin
altíð niður frá, tá ið Ieypurin lá í ánni, undan streyminum. —
«Nú verða leyparnir bloyttir og vaskaðir í vaskikjallara»(G.).
Leyparnir vórðu vaskaðir og «skrubbaðir mest við áar*
slýggi og eyri» (G.). — Teir nýttu ikki sápu. Summir
vaskaðu við tvøgu. Var ov tjúkt á, varð skorið við knívi.
— Men sum við øllum hevur eisini her verið ymist: Summir
vaskaðu væl, summir bert skavaðu innanúr, at leypurin
skuldi ikki verða ov tungur (T.). — Summar staðir var
siður at turka teir innan hvørt kvøld í tøðberingini, at teir
skuldu ikki «klaka» innan (t. d. G., My.). — «Tá ið leypur
verður ferniseraður, hevur tað púra einki at týða at hava
hann reinan» (Ha.). — Tá ið tøðleypur var væl vaskaður,
kundi hann verða brúktur til hvat sum helst (Hoy.). —
Ikki bert tøðleypar, men eisini aðrir leypar vórðu vask^
aðir, t. d. fiskaleypur og grindaleypur. — Men í fiskitíðini
mátti fiskalukturin helst ikki verða skolaður av (Kl.).
Slit. Leypar sum annað slítast, og á gomlum leypum er
vanligt, at nógvir partar, ofta teir flestu, eru settir í við
umvæling: gamalt tikið úr og nýtt sett í staðin, ein rim
nú og ein stuðul tá o. s. fr„ so at lítið av tí upprunaliga