Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 102
110
Føroyski Leypurin
málini á leypunum svara til leypanøvnini. Tíverri loyvir
tilfarið okkum ikki at siga nakað vist um hetta, ovfáar
uppmátingar av leypum eru gjørdar, men tær fáu, sum til
taks eru, eru settar upp á talvu 1.
Talva 1.
Innrúmið sum Innrúmið sum
tað átti at verið tað er
1. Hálvtunnuleypur (Hú.) 72 pottar 75,1 pottar
2. - (Mv.) 72 - 74,2 -
3. Tvey og tjúgu kannubæraleypur (Mv.) 66 - 68,4 -
4. Tjúgukannubæraleypur (Mv.) 60 - 59,0 -
5. Átjan kannubæraleypur (Da.) 54 - 59,8 -
6. (Gj.) 54 - 57,1 -
7. (Mv.) 54 - 57,0 -
8. Seytjan kannubæraleypur (Da.) 51 53,1 -
9. Sekstan kannubæraleypur (Mv.) 48 51,8 -
10. Fjórðungsleypur (Ví.) 36 - 37,1 -
11. Seks kannubæraleypur (Mv.) 18 - 19,0 -
í triðja teigi á talvuni stendur pottatalið sum leypurin
átti at rúmað eftir navninum, í fjórða stendur so verunliga
innrúm leypsins. — Hesi tølini svara ikki heilt saman, men
verunligu leypamálini tykjast at hava lyndi til at vera heldur
størri, enn tey áttu at verið eftir leypanavni. Mesti mun<
urin er við átjan kannubæraleypin nr. 5 á talvuni, og er
hann har 5,8 pottar. Bert tjúgu kannubæraleypurin, nr. 4 á
talvuni, er minni, enn hann átti; munurin er 1 pottur. —
Um hetta nú bert er tilvild, at verunligu málini eru størri,
enn tey áttu at verið, ella tað hevur verið ætlað so og
hevur verið tað vanliga, kunnu vit ikki siga nakað um við
hesum tilfari.
1 Suðuroy nýta teir vanliga ikki kannubæramálið, men
teir hava eitt mál, sum er ókent norðan fyri Suðuroyarfjørð,
hetta er fimtingsmálið. Hvussu til ber, at suðuroyingar nú
einir av føroyingum hava hetta mál, ella hvaðan teir hava
tað, ella hvussu gamalt tað er, hevur høv. ikki fingið upp*
spurt. Men nakað gamalt er tað, tí tað er so nevnt á vártingi
á Sandi 18/4 1662')•