Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 21
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
29
at vera eitt slíkt ótøki, at ógjørligt er at fáa skil á teimum.
Men áðrenn vit heilt gevast, skulu vit kortini við orðum
Carlsens í huga, at deyðatølini mugu haldast at vera minni
álítandi enn nýfráboðanirnar, kanna tølini fyri tey deyðu.
Hetta er gjørligt av teirri orsøk, at vit eiga tvinnar rann*
sóknir her úr Føroyum, sum hava roynt út í æsir at kanna
tuberklasjúkuna her á landi undan og eftir seinasta aldar<
skiftið.
a. Tuberkladeyðin.
í hesum fyrstu árunum, 1879—98, gjørdi Boeg (1902)
sínar víðgongdu og sera álítandi kanningar viðvíkjandi
lungnatuberklunum í Føroyum, við tað at hann í 1897—99
ferðaðist um alt landið, tosaði við øll, sum høvdu lungna«
tuberklar og kannaði flestu skyldfólk teirra umframt skyld=
fólk at teimum, sum deyð vóru av tuberklum. Hann kom
við hesum kanningum, sum fóru ógvuliga gjølliga fram
(eisini spýttið varð kannað við sjóneyku), fram á fleiri
tuberklasjúk, sum eingin hevði áður vitað um, og tað er
tí einki at ivast í, at heilt fá eru tey ikki, sum í tíðar*
skeiðinum 1879—98 eru farin í grøvina uttan at hin beina
deyðaatvoldin nakrantíð er uppspurd.
Boeg (1902) fekkst bert við lungnatuberklar, og hóast
bók hansara hevur góðar upplýsingar eisini um tuberklar
aðra staðni í kroppinum, er kortini ikki gjørligt úr henni
at ætla nakað um, hvussu nógv fólk hesu fyrstu ár munnu
vera deyð í øllum Føroyum við tuberklum í øllum likamsí
lutum. Men aftur her koma rannsóknir Rasmussens (1931a)
frá Eiðis læknadømi okkum til hjálpar, og fara vit undir
at bera saman tilfarini hjá báðum hesum kanningarmonnum,
so fáa vit toluliga væl um at halda fyri alt landið, tað ið
tuberkladeyðanum viðvíkur. Ið hvussu er koma vit veru*
leikanum so nær, sum tað er gjørligt í tílíkum rannsóknum.
Fyri árini 1879—98 fann Boeg (1902), at tilsamans í øllum
Føroyum doyðu 305 fólk av (við) lungnatuberklum, og
tað sæst — fara vit gjølla um tilfar hansara — at hann í