Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 106
114
Føroyski leypurin
Um heystið gingu 10 leypar til metingarbyrðina, tá skroyvdi
tað meira upp, — í Gásadali 11 leypar. «Teir 8 leyparnir
um várið vóru betri enn teir 11 um heystið.» (G.).
Skinn av grind gekk í leypin; tá var alt við: tvøst, spik
og bein. Ofta, um ikki gekk væl í, hongdu teir eina fjós
av spiki niður yvir leypin. Vanligt skinn av grind hevur
verið ætlað til o. u. 200 pund.
So hava teir nýtt leypin til at mála ella býta — ymist
fyri ymsar bygdir — ull, tøð, tara, fisk, nótaseið og møgu*
liga annað.
LEYPURIN SUM AMBOÐ 1 ARBEIÐSLÍVINUM
Sum við so mongum í Føroyum, ja mest øllum, er broyt«
ing komin í her við, soleiðis at leypurin, ið fylgdi mann*
inum í øllum virki hansara, meir og meir fer at verða
troðkaður burtur, og nýggj og vónandi betri amboð eru
komin í staðin. Ein høvuðsorsøk til hetta eru vegirnir, sum
geva líkindi til at nýta hesi amboð: rossavognin og serliga
bilin. Er vegur komin til bygd, er leypanýtslan minkað,
og serliga knapplig og munandi var minkanin, tá ið
bilurin kom. Enn eru bygdir, sum ikki hava vegir til
aðrar bygdir, og sum lítið og einki hava av veg inni í
bygdini. Og her verður leypurin nógv nýttur enn (t. d.
Ku., Ki.). Men eisini í tílíkum bygdum minkar nýtslan,
og skulu her verða nevnd tvey amboð, ið tikin eru í nýtslu:
posin og trillubøran. Serliga á vindsamum plássum er posin
hentur, tí leypurin tekur so nógvan vind á seg, — tú fert
upp um fjøll t. d. eftir torvi, ella millum bygda, — meira
enn posin; serliga ringt er tað, tá ið leypurin er tómur;
men tóma posan hevur tú samanballaðan undir hondini.
«Tí var broytingin við at bera torv komin longu eini 20
ár, áðrenn vegurin kom» (Da.). — Og trillubøran verður
nýtt nógvar staðir (t. d. Árn., Da., Ha., Svk.), t. d. at koyra
tøðini út í, og henni er ofta væl koyrandi við, um eingin
vegur er. — 1 einstøkum størri bygdum er so rárt at síggja