Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 49
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
57
Hóast eingin má leggja meiri í hesar eftirkanningar, enn
tær orka at bera — tøl vunnin úr ymiskum tíðarskeiðum
eru jú nýtt hóast við varsemi — er kortini hugaligt at síggja,
at vit júst fyri tað tíðarskeiðið, har mest ráddi um hjá
okkum — tíðin beint undan aldarskiftinum — kunnu vísa,
at líkt er til, at ætlaða farmynd okkara teimum nýsjúku
viðvíkjandi er á heilt góðari leið.
Er hin ætlaða farmyndin á leið elstu tíðina, so man lítið
vera at ivast í, at hon seinri gevur eina væl beinari mynd
av, hvussu sjúkan hevur brotist her í oyggjunum.
Vilja vit tí nú loyva okkum at halda, at 3. farmynd,
sum undir einum gevur gongdina í tuberklasjúkuni her á
landi frá umleið 1880 og til 1955 bæði tað, teimum deyðu
og teimum nýsjúku viðvíkur, tað vit kunnu ætla í dag,
lýsir okkum viðurskiftini væl, so sum tey hava verið.
3. Atvoldirnar til hesa sjúkugongd.
Hin mikli spurningurin verður tá, um vit vita um nakra
so munandi broyting í tjóðarlívinum, at slík broyting kann
hava verið atvoldin til, at tuberklarnir her á landi frá mest
sum at hava staðið í stað upp gjøgnum 19. øld, fara at
kvinka upp eftir frá umleið 1880, sporðreisast um sjálvt
aldarskiftið, og so aftur líðandi fara at minka.
Boeg (1902) hevur fyri munni, tá hann viðger vaxandi
deyðatalið seinast í 19. øld, at farsóttir av meslingum og
beinkrími økja um tuberkladeyðan sama ár ella beint aftaná,
at slíkar farsóttir hava gingið. Heevup (1928 a, b) tekur
hetta uppaftur í ritgerðum sínum og sigur, at tað er sjónskt,
at tuberkladeyðin vexur tey tíðarskeið, har farsóttir hava
verið av beinkrími, kikhosta ella meslingum. Sum áður
nevnt hava heilsulagslýsingarnar fyri 1909 og 1915 hugsað
um kikhosta sum atvold til eina øking av tuberklunum,
men hin seinra avnoktar tað, sum hin fyrra heldur seg vísa.
Ikki sørt av áhuga hevur hesin spurningur sjálvandi, og
havi eg tí kannað, hvussu verið hevur við tílíkum sam<
5