Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 111
Føroyski leypurin
119
Viðvíkjandi torvinum.
Ein høvuðsnýtsla leypsins var til torv, og her var nýtt*
ur vanligasti leypurin, byrðarleypurin, seksfimtingsleypurin
(Svk.), torvleypurin. Onkustaðni hevur viðhvørt verið nýttur
tættleypur. Torvtíðin fellur ímillum váringina og innheyst*
ingina, t. e. frá seinna parti av mei, tá ið farið varð at skera
og til ólavsøku; — tá roknaðu teir við, at allir vóru lidnir
at laða. Ymist er sum bygdimar hava verið góð ella ring
torvpláss: gott, nógv og høgligt torv ella ringt, lítið og
óhøgligt. Og hetta hevur verið avgerandi fyri, hvussu lætt
ella tungt torvarbeiðið hevur fallið.
Tá ið farið varð at skera, varð leypurin havdur við heiman
til at hava í viðføri: mat, klæði, brenni og búnyttur til at
gera drekka við — um tey vóru burtur á heiðini allan dagin
— og møguliga eisini hakan og torvskeran í leypinum, ella
teir vóru havdir undir hondini. Heim aftur um kvøldið
varð so borið eitt sindur av torvi í leypinum. «Ella molar
(— konglar av nýggjum torvi), harav molaleypur = leypur
við molum. Molaleypur varð borin uttan roka. At bera
rokaleysan leyp hava tey kallað «at bera rug»» (Nsk.). Tað
tú hevði heiman, varð so lagt oman á torvi í leypinum. —
Var høgligt torvið, stuttur torvvegur, varð sjálvandi minni
viðføri havt í leypinum «. . . t. d. høvdu tey ikki mat við»
(Hoy.). «Bert ein leypur varð havdur við til viðføri, og
lítil« (Kl.). — «Vóru fleiri fólk, høvdu tey fleiri leypar við
og bóru torv aftur» (G.). — Vit kunnu siga, at yvirhøvur,
tá ið teir fóru at skera torv, høvdu teir leyp, — líka nógv
til viðføri, sum til torvið; men sjálvandi varð altíð eitt
sindur koyrt í leypin, tá ið farið varð heim. — Ein grundin
til, at teir koyrdu lítið torv í leypin at bera heim um kvøldið,
ið hvussu er á summum støðum, var tann, at menn tá vóru
móðir av at hava staðið og skorið allan dagin.
Við røktini av torvinum geldur nakað tað sama, sum við
torvskurðinum, at leypur varð oftast havdur við til viðføri
heiman og torv heimaftur. «Tá varð torv altíð borið heim,