Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 48
56
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
(1957), har 37 tilburðir av lungnatuberklum samsvara við eini 209 ný-
sjúk fólk, fáa vit, at í hesum tíðarskeiði áttu at hava verið fráboðað
209 X 354 : 37 = umleið 2000 sjúk. Nú noyðast vit sambært somu
hugleiðingar sum beint her framman undan at minka hetta tal við
einum fimtingi, og eftir verða so umleið 1500. — Nýta vit nú fyri sama
20-ára skeið tølini á nýfráboðaðum úr teirri ætlaðu farmyndini (frá
3. talvu), koma vit til tað úrslit, at 49,7 X 2 T~ 61,6 X 5 + 47,5 X 5
+ 70,6 X 5 + 90,3 X 3 = umleið 1268 tuberklasjúk, áttu at hava verið
fráboðað uppá hvørjar 10.000 íbúgvar. íbúgvatalið var mitt í hesum
tíðarskeiði umleið 12.700, tilsamans áttu tí umleið eini 1610 nýsjúk at
hava verið. Hava vit aftur her í huga, at talið hjá Boeg (1906) er í
lægra lagi (ber saman við tað, vit áður hava funnið við at bera tað
saman við kanningar Rasmussens 1931a), má tað sigast, at okkara ætlaða
tal, umleið 1610 sjúk, samsvarar ógvuliga væl við tað taiið, umleið 1500,
vit koma fram til við at nýta kanningar Boegs (1901) sum støði, eitt
tal, sum vit við vissu halda okkum vita er ov lágt.
Rasmussen (1932) hevur talt allar kendar tilburðir av tuberklum í
Eiðis læknadømi, sum vóru á lívi h. 31/12 1929, og kom til talið 185
fólk, har hann fann merki av grøddum ella ógrøddum tuberklum. Fara
vit nú at bera hetta úrslit saman við 3. farmynd við tað, at vit loyva
okkum at siga, at hesir 185 tilburðir stava frá teimum fólkum, sum
borin eru i heim í hesum læknadømi síðan 1860, og at hesi øll liva
uttan tey, sum deyð eru av tuberklum, so ber til úr 3. talvu at rokna
sær til, hvussu nógv nýsjúk skulu hava verið hetta 70-ára tíðarskeiðið
(frá 1860—75 seta vit munin millum nýsjúk og deyð til 27 um árið
uppá 10.000 íbúgvar, og er hetta á góðari leið, hini tølini beinleiðis
tikin úr 3. talvu). Verður fólkatalið í 1880 sett til 1487 og í 1915 til
1987, koma vit til tað úrslit, at 1861—1900 skulu hava verið umleið
240 nýsjúk, og 1901—1929 umleið 214 nýsjúk, tilsamans eini 454 fólk,
sum sambært treytir okkara enn skuldu verið á lívi við árslok 1929.
Teirra millum skuldu, nýta vit aftur her Poulsen (1957) sum støði, tá
verið umleið 241, sum høvdu líkindi til at vísa okkurt merki av grødd-
um ella ógrøddum tuberklum (lungnatuberklum, vatn á lungunum og
skurðtuberklum). Verður hetta talið nú, eins og omanfyri er gjørt, minkað
við einum fimtingi, fáa vit eftir umleið 190 fólk, eitt tal, sum má sigast
at hóska væl saman við teimum 185, sum Rasmussen (1932) fann, ser-
liga tá vit hava i huga, at hann einans hevði røntgenkanningar at styðja
seg til hjá teimum, sum verið høvdu á sjúkrahúsi ella bróstsjúkrahúsi.
Og heldur ikki ber til at hugsa sær, at treytir okkara, at øll enn skulu
vera á lívi, halda, tí sjálvanđi eru summi deyð av aðrari atvold. Men
samanberingin íykir uppaftur her at vísa, at ætlaðu tøl okkara eru á
ógvuliga góðari leið.