Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 65
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
73
ber ikki til uttan gjøllari kanningar at bera hesar báðar
fólkabólkar saman. Skipaðir eftir aldri kunnu bólkarnir
ikki metast javnir, og eisini eftirlitstíðin má gjøllari hand«
farast. Men kortini kann eingin ivingur vera í tí øðiliga
muni, sum er í sjúkdómstali og tuberkladeyða í hesum
bólkum.
Koppingin hevur í stórum vart móti tuberklunum. Lungna*
tuberklarnir eru nógvar ferðir sjáldsamari millum koppað
fólk, og tuberklafyribrigdi sum smittuhiti, vatn á lungunum
og tuberklar í heila* og mønuserki eru at kalla horvin
millum tey, sum koppað eru.
F. Niðurløga.
Við øllum tí fyrivarni, sum vit hava tikið her framman
undan, í huga, skulu vit nú at endanum í stuttum taka
saman um aftur tað, ið sigast kann um tuberklasjúkuna
her á landi.
Tuberklarnir í Føroyum mugu haldast at vera ein gomul
innlend sjúka, longu tíðliga í 18. øld — tað fyrsta vit eiga
higartil kannaðar keldur — bera vit við hana, men vit
duga ikki enn við vissu at siga, hvussu gomul hon er her
í oyggjunum. Einki kann sigast at hava verið til hindurs
fyri, at hon kann vera komin higar til lands í heilt gamlari
tíð, og at hon síðani, hóast samferðslulíkindini oyggja og
bygda millum hava verið vánalig og smittuvandin fyri alt
landið undir einum tí ikki stórur, hevur gingið nú í einum
bygdalagi so í einum øðrum gjøgnum øldir. Av og á,
mugu vit hugsa okkum, hevur sjúkan ment seg aftaná
stórar samkomur við miklum smittuvanda (hátíðarhaldi av
ymiskum slagi, stevnum, stórum grindadrápum o. s. fr.),
men helst ongatíð hava slíkar reiðuligar stórbroytingar
verið, at hon sum eitt óløgi hevur kunnað lagt út um alt
landið. í fyrru helvt av 19. øld man tuberkladeyðin iva^
leyst hava ligið um eini 10—15 hvørt ár uppá 10.000 íbúgvar,
og munnu hava verið okkurt um eini 30—40 nýsjúk uppá