Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 137
Føroyski leypurin
145
tilfarinum er eftir. — Ovastu rimarnar fara ofta av spenn*
ingini frá rokanum, oyruni losna í holinum, ella tey brotna,
og leypurin gongur sundur, ella linkar; hetta eisini tá ið
leypur, serliga toðleypur, verður stoyttur harðliga. — Á
toðleypi er ovasta rim ofta slitin niður á miðjuni eftir
hvíslini, sum er komin í, tá ið maður fyllti. Á rossleypi
er hetta mest á frammsíðuni, tí maður stendur framman fyri
rossinum, tá ið hann fyllir. — Ofta avhøvdaðu teir fiskin á
støðni, tað var gjørt á ovastu rim á leypinum, og tað merkti
hana (Kl.). — Á rossleypi slítst niðasta rim um knarvan.
Yvirhøvur rúmkast fyri oyrum á rimum og tøppum á
botnshøkum, tá ið leypurin eldist, — og hann fer at skinkla.
Teir vóru vanir at kíla rimarnar av og á. — Ikki minst
skinklaði rossleypurin; — hann skuldi eisini vera Iinur, varð
gjørdur linur, at hann skuldi kunna geva seg; tá ið rossini
skotraðust við tómum leypum, kundu teir geva seg so, at
teir vórðu næstan flatir (Skv.). Tí orðafallið: «Skinklar sum
gamal rossleypur». —
Stuðlinum stendur mest á í neðra, og fara teir tí oftast
har. Bæði slítist undan honum, so hann styttist — hann
kann slítast heilt uppundir tappholið fyri botnshakanum,
so at hann smokkar niðurúr — og eisini kann hann klovna.
Vanliga fara teir aftaru stuðlarnir fyrri enn teir fremru, tí
teir koma ofta fyrri niðurat, tá ið maður setir frá sær, og
tað nýtur so dygt. — Stuðlarnir slítast av fetlabandinum,
sum kann marva djúpt inn í teir. Er fetlabandið bundið
fast um stuðulin (mynd 2 b, c, d og f), verður hetta slitið
minni, enn tá ið bandið bert liggur leyst um hann (mynd
2 a, e og g). — Ovari endi stuðulsins fer eisini viðhvørt,
klovnar. — Varð skrumlað harðliga niður í botnin á leyp*
inum, t. d. stórar torvur, hendi at botnurin brotnaði, botn«
fjalir ella botnshakar, ella bæði. Brotnaði botnshaki, ella
smokkaði niður úr tappholinum, var bráfangis umvælingin
at taka snøri um niðastu rim og niður um botnshakan til
at halda honum uppi.
Hólkar og spenni. Vanligt var, at menn settu horn»