Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 8
16
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
sóknum, men einans vísa til 1. talvu, sum er gjørd burtur
úr tølum og talvum Rasmussens. Longri aftur í tíðina,
kanningarnar ganga, ótryggari gerast sjálvandi úrslitini, men
kortini hevur tað eydnast honum í Eiðis læknadømi at
fáa uppspurd fleiri vís andlát av tuberklum heilt aftur til
1816. Fyri tíðarskeiðið 1816—43 bar einans til at kanna
Eiðis og Funnings sóknir og ikki bar til at fáa til vegar
upplýsingar um annað uttan lungnatuberklar hetta tíðar=
skeið. 144 vóru deyð, hjá 83 høvdu prestarnir viðmerk*
ingar, og hjá 14 av hesum má deyðaatvoldin við vissu
haldast at hava verið tuberklar. Væl betri gekkst at fáa
upplýsingar fyri tíðarskeiðið 1844—78, men kortini heldur
hann, at eingin ivi kann vera í, at fleiri andlát av lungna*
tuberklum, sum verið hava, ikki eru funnin, og uppaftur
fleiri við tuberklum í øðrum likamslutum eru burturkámað
og gloymd. T. d. heldur Rasmussen (1931 a), at bert fyri
tuberklar í heila* og mønuserki man vera neyðugt at leggja
10 °/o aftrat teimum deyðu, skulu tølini koma á leið, og
umframt hesi koma so andlát, sum vit einki vita um, av
tuberklum uppaftur í øðrum likamslutum.
Hvussu verið hevur aðra staðni í oyggjunum, duga vit
einki at siga um við vissu. í kirkjubókunum finna vit har
eins og í norðastu pørtunum av Streymoynni og Eystur*
oynni viðmerkingar, sum benda á tuberklar, men nú á
døgum má tað haldast at vera vónleyst at fara undir eina
kanning av sama slag sum ta, Rasmussen, lækni, gjørdi.
Hann hevði nógvar trupulleikar, og síðan er liðin fjórð*
ungsøld. Tey, sum mest mundu vita, eru farin undir grønu
torvu. Fólk nú á døgum hava onnur áhugamál, søguminnið
er farið at kámast í stórum. Kortini tykist tað løgið, at
tuberklasjúkan í hesum landsparti skal hava verið stórt
vanligari enn í øðrum bygdaløgum, hóast undantøk, sum
vit vita um, og sum seinri verða nevnd, sjálvandi hava
verið. Tuberklarnir hava longu tíðliga í 19. øld verið ein
innlend sjúka. — Men vit skulu venda aftur til hesar spurn*
ingar, tá alt tilfar okkara upp til henda dag, er lýst.