Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 139
Føroyski leypurin
147
smáir leypar niður í teir størru at spara um plássið. —
Yvirhøvur hevur ikki verið nógv trongrúm av leypunum.
Teir gomlu garðarnir høvdu nógv úthúsini; hjallar og grót*
hús, so tað hevur ikki bilað. — Leypar máttu helst ikki
setast úti, tí teir fuku so illa.
Aldur leypa.
Sjálvandi er ógviliga ymist, hvussu gamlir leypar verða,
har velst bæði um, hvussu væl leypurin var gjørdur, hvussu
menninir vóru røkjutir, og hvussu nógv var lagt fyri leypin.
— Vit hava dømi um avgamlar leypar. — Elsti leypurin á
Viðareiði er torvleypurin hjá gamla Absaloni, bónda í
Heimistovu á Heygum. Absalon festi 1777. Ein annar avs
gamal leypur er har í bygdini, eingin veit at siga, hvussu
gamal hann er. — «Elsti leypurin her í húsinum er o. u.
100 ár, hann er ofta viðgjørdur, men verður nýttur enn»
(Gj.). — So er karðingarleypurin í Húsavík7); hann er eini
150 ára gamak Nú er hann nóg illa nýtandi til annað enn
ull at standa í, ella karða úr. — Á Norðoyri er ein 150 ára
gamal leypur, lokaleypur. Ein stuðulin er brotin um tapp*
holið fyri botnshakanum, og lokið er burtur, annars í góð»
um standi og hevði væl verið nýtandi enn. Men síðan
vegur er komin inn til Klakksvíkar, og bilar koyra ímillum,
hevur hann ikki verið nýttur. — í Gásadali er 80 ára
gamal leypur. —
Annars er ógviliga ymist, hvat menn rópa leypaaldur;
vanligt man vera eini 40 ár. Men tað eru fleiri menn enn
í ymsum bygdum, sum nýta leypar, ið eru 50—70 ára
gamlir og sum nevnt einstakir upp í 100 ár; aðrir kalla
leyp gamlan, tá ið hann er 20—30 ár.
Leypaamboð og leypasmiðir.
Leypaamboð. Her skulu verða nevnd nøkur amboð,
sum nýtt vórðu við leypasmíð, og sum hava nøvn eftir tí,
og nøvnini eitt sindur ymiss í ymsum bygdum: 1. Smalt
høggujarn at høgga hol og plógv í stuðlarnar; tað verður