Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 37
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
45
hann har fann, heldur hann, sum áður nevnt, vera ov lágan,
og óvissan vax, eldri tíðarskeið hann kannaði. Fyri tíðar«
skeiðið 1816—43 fann hann — sí aftur 1. talvu — at milh
um 12 og 14 vóru deyð um árið av lungnatuberklum uppá
hvørjar 10.000 íbúgvar, men hann leggur aftrat, at valla
hevur tuberkladeyðin um hetta mundið kortini verið stórt
lægri enn í tíðarskeiðinum 1844—78, har hann fann stívliga
14 deyð av tuberklum í øllum likamslutum um árið uppá
10.000 íbúgvar. Og enntá vil hann halda — tá hugsað verður
um, hvussu ilt er at savna álítandi upplýsingar frá eldri
tíðum — at tuberkladeyðin í 1844—78 kann hava verið eins
høgur ella kanska uppaftur hægri enn í tíðarskeiðinum
1879—98, tá hann nærkaðist 20 uppá hvørjar 10.000 íbúgvar.
Her tykist eftir kanningum hansara at vera komið í hædd*
ina, aftaná 1900 fer at kvinka niður eftir, men í hansara
tilfarið verður fallið ikki skilligt fyrr enn umleið 1920.
Nú mugu vit beinan vegin — sum áður nevnt — við<
ganga, at vit vita ov lítið við vissu um, nær og hvussu
víða tuberklarnir hava herjað í teimum ymisku bygdunum
í landinum. Rasmussen (1931a) fann sjálvur í sínum øki,
at tuberkladeyðin var ymiskur til støddar í teimum ein»
støku bygdunum í ymiskum tíðarskeiðum. Summar bygdir
høvdu miklan tuberkladeyða í øllum tíðarskeiðum, aðrar
høgan í einum, men lágan í øðrum tíðarskeiði. — Vit vita
ov lítið um, hvussu hevur verið við hesum um alt landið
í farnum tíðum. Umframt í Eiðis læknadømi hava vit
hoyrt um, at tuberklarnir longu fyrru helvt av 19. øld
høvdu gjørt um seg bæði í Húsavík, í Skálabotni og á
Toftum. Og eisini í Suðuroy hava vit frætt, at tuberklarnir
høvdu verið, og tað ivaleyst væl vanligari, enn menn høvdu
funnið og hildið. Boeg (1902) tekur av røttum til, at longu
fyrsta árið, deyðaváttanirnar komu inn — fyri árið 1879 —
vístu tuberklarnir seg at vera um alt landið at kalla, «frá
Suðuroynni til Fugloyar og til so fjarskotin pláss sum ta lítlu
bæði frá sjógvi og landið illa atgongdu bygdina Gásadal».
Tí mugu — sigur hann — lungnatuberklamir sigast at vera