Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 34
42
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
kongiligur handil. Frá 16. øld frætta vit av og á um Før*
oyingar, sum hava fingist við langfarasigling, hóast teir
hava ikki verið tættir. Eisini tey seinastu árini, áðrenn eina«
handilin helt uppat, vórðu ymisk tiltøk gjørd, sum kortini
fóru fyri bakka. Men er tað beint, at Føroyingar ógvuliga
lítið tær farnu øldirnar hava tikið lut í uttanlandasigling
og bert smávegis hava lagt uppí sjálvan handilin, so ber
kortini ikki til at siga, at fremmandir hava lítið borið við
í Føroyum. Um ár 1600 vita vit, at bæði Bretar, Skotar
og Flálendingar byrjaðu at fiska undir Føroyum, og skipini
taldust ár um ár í hópatali — og hevur hesin fremmandi
fiskiskapur, sum vit vita, staðið við til henda dag, og hevur
hóast allar fyriskipanir og reglur ivaleyst nógv samband
verið við teir fremmandu, bæði úti á havi, og tá skipini
leitaðu inn at kroka og eftir vatni. Kanska hevur ikki heldur
verið so sjáldan, at fólk (uttan loyvi?) fóru av landinum
og komu aftur. Heldur ikki er at gloyma fremmand her=
skip, har manningarnar tá eins og nú munnu hava komið
fólki nóg so nær. Sjórænarar vóru í summum tíðarskeiðum
tættir, og loksins er ikki at gloyma loynihandilsskipini —
tey ferð eftir ferð uppaftur tiknu strongu forboðini siga
frá, at minni enn eingin hevur henda samgonga ikki verið.
(Tingbókin 1615—54, Nolsøe 1955, Joensen, Mortensen &■
Petersen 1955). — Viðvíkjandi tuberklunum hóar hetta alt
tí væl saman við tí, at langt áðrenn einahandilin varð av«
tikin, vóru tuberklarnir innlend sjúka. Tað Panum (1847b)
nevnir «die unnaturliche isolation», og sum skal hava vart
— og ivaleyst eisini hevur vart — Føroyingar móti nógvum
bráðum sjúkum við stuttari tilgerðartíð, hevur ikki havt
sama týdning móti tuberklum, henda sníkjandi sóttin, har
hin sjúki mangan langa tíð er arbeiðsførur og uppi í øllum
tí starvi, hann frískur hevðist at, og har hann tí leingi kann
hava verið maður á skipi, hóast hann kann hava verið
grovur smittuberi.
Vóru tuberklarnir fyrst bornir inn á eina bygd, skuldi
ikki staðist á hjá teimum ógvuliga skjótt at farið hús úr