Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 95
Caigeann og køkja
103
Eftir hesum er líkt til, at um 1930 hevur suður í Vági
køkingarrim (Dr. Jakobsen) verið kallað køkingarfjøl ella
kyrringarfjøl ella kyrringarrim. Av tí at henda uppskrift
er so mikið nýggj, skuldi borið til enn at fingið álítandi
frásøgn úr Vági.
í Skálavík — hevur Heðin Brú onkuntíð sagt maer — er
køkja, {., «tveir samanbundnir seyðir, sum teir bera». Sjálvur
hevur hann nýtt orðið í skrift, t. d. er hetta úr óprentaðum
handriti: «N. N. leggur eina køkju á hestin og aðra á seg
sjálvan.» I «Lognbrá» (1930; bls. 81) hevur hann orðið í
hesum reglum: «Lítið hevði Sakir virt um at borið geld=
seyðakøkjuna av Kombunum, men sonurin hevði verið
honum tungur». Av tí at vit enn vita so lítið um køking
í Føroyum, loyvi eg mær at flyta fram aðrar upplýsingar
frá Heðini Brú (Jóhannes av Skarði hevur givið orðabókini
hetta tilfarið). Fyrst (við tekning nakað sum 2. mynd her):
«køkingarfjøl, fjøl at køkja seyð við»; so sagnorðið: «køkja,
binda saman við køkingarfjøl; køkja eitt lamb saman við
einum øðrum, kyrra eitt lamb; køkja, binda tveir seyðir
saman at bera». Sumt av hesum, her er nevnt, er helst úr
Suðuroy; seinasta upplýsingin er óivað úr Sandoynni. Or
Skálavík havi eg umframt tað longu sagda fingið hesa frá*
greiðing, sum Jóannes Dalsgarð (í Hoyvík) hevur gjørt so
væl at senda mær um tað, teir har rópa «at køkja seyð»
og «at bera í køkju»: Tveir bundnir seyðir verða lagdir
lið um lið «við fótabugunum upp, herðaband ella reimin
verður løgd á afturbeinini aftanífrá, báðir endamir stungnir
inn í fótabugirnar, krossaðir, og endarnir lagdir um fram*
beinini og samanbundnir; tað má vera nakað rúmt bundið.
Tá køkt er, verður køkjan lyft upp á hann, ið bera skal,
og hongur tá hvør seyðurin á sínari øksl, og maðurin heldur
um hálsarnar, ið venda frameftir. — Tá vit reiddu seyð,
varð samanbundið líkaleiðis, men rúmari bundið; tað var
oftast eitt reip, og endarnir vórðu so bundnir um klakk*
arnar á klyvberanum. — Av lombum vóru oftast tvær køkjur
á rossinum. — Eg kenni einki annað um køking í Skálavík.»