Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 147
Víkingaaldargrøv í Tjørnuvik
155
12 m vestanfyri ánna. Ryggurin gongur niðan undir ein
lítlan hamara beint undir tí nýggja teigalendinum, hetta er
14—15 m omanfyri vegin. Grefsturin, sum umrøddur er í
hesari grein, er 7 m eystur frá bøgarðinum, beint innan
fyri vegin, ið er 8 m upp frá sjónum.
Gjøgnumskurður.
Á 2. og 3. mynd sæst ein skurður, sum gjørdur varð
gjøgnum grefsturin «yviri í Trøð», hann gongur úr land*
synningi eystri í útnyrðing vestan. Bæði á strikumyndini
og á ljósmyndini sæst at skilt verður ímillum 3 fláir sum
ymiskar eru til útsjóndar og tilfar: A, B, C. Eystantil á
skurðinum er niðurmarkið á C (niðasta flógvin) 8,53 m
o. sj., niðurmarkið á B (miðflógvin) 8,75 o. sj. og niður«
markið á A (ovasta flógvin) 9,29 m o. sj. Svørðurin er
10,35 m o. sj. og skurðhæddin tí 1,82 m. Markið millum
hesar 3 fláirnar er ikki bein linja og heldur ikki er tað
heilt hvasst.
Flógvin A er hin áðurnevndi omanruddi ryggurin. Tib
farið í honum er vanligt omanrutt tilfar: grót, eyrur og leir
hvørt um annað, tað skilir seg ikki á nakran hátt frá tib
farinum í tílíkum ryggjum aðrar staðir í landinum.
Flógvin B er toluliga reinur sandur. Bera vit hann saman
við sjósandin í fjøruni, er hann átøkur honum, men kortini
eitt sindur brúnligari á liti og undir sjóneyku sæst skilb
iga, at hann er meira tærdur og slitin.
Flógvin C er sandur av sama uppruna sum sandurin í
flónni B, men hann er feitari í hondini og uppaftur brúm
ari á liti. Gulbrúnar skeinur ganga ígjøgnum hann. Undir
sjóneykuni er munandi meira óreinska at síggja enn í sand»
inum í ovaru flónni.
Tað er ikki at ivast í, at sandurin í báðum teimum
niðaru fláunum er foksandur. Tá niðara sandflógvin kortini
er feitari og brúnari á liti, so man atvoldin til hetta vera,
at leir og ymisk lívrunnin evni eru skolað niðureftir við