Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 47
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
55
berklum1) (7 av hesum doyðu), 10 við tuberklum i heila- og mønu-
serki (øll hesi 10 doyðu) og 12 við skurðtuberklum (1 av hesum doyði).
Tilsamans doyðu sostatt 18 burtur úr hesum tilfari í eftirlitsskeiðinum.
Tey 209, sum sjúkdómseyðkenni fingu, áttu at verða fráboðað sum
nýsjúk. Vit fara nú at miða okkum eftir hesum tølum í teimum kom-
andi hugleiðingunum, við tað at vit loyva okkum at lata tað, sum hent
er hjá hesum 209 sjúklingum, henda í einum 5-ára tíðarskeiði, sum var
meðaleftirlitstíðin fyri hettar tilfar.
Taka vit nú tíðarskeiðið 1894—98, so hava vit ætlað okkum til, at í
hesum tíðarskeiði áttu av røttum 410 nýsjúk at hava verið fráboðað
(sí 3. talvu, haðani fæst 70 X 2 + 90 X 3). Leggja vit tøl Poulsens (1957)
til grundar áttu millum 410 nýsjúk at hava verið umleið 74 við opnum
lungnatuberklum, 14 av hesum kortini deyðir. Eftir á lívi skuldu tá
verið 31. december 1898 umleið 60 við opnum lungnatuberklum, men
hetta tal kortini rokna uppá 10.000 ibúgvar. Fólkatalið var hesi ár í
meðal 14.000, so talið verður tá 84 á lívi. — Nú er tilfar Poulsens (1957)
frá 1932—46, t. v. s. frá eini tíð, tá útlitið til at koma seg av lungna-
tuberklum so avgjørt var heilt øðrvísi enn í árunum undan aldaskift-
inum, har púrt eingin viðgerð stóð tí sjúka í boði her á landi. Vit hava
sæð, at lutfallið millum tey nýsjúku í einum 5-ára bólki og tey deyðu
í tí næsta frá 1936—45 og til 1941—50 var vaxið frá 3,8 til 4,5. Vit hava
til ta ætlaðu farmyndina nýtt lutfallið 3,6, t. v. s. at talið, vit funnu,
má minkast við ið hvussu er einum fimtingi (3,6 : 4,5), frá 84 til um-
leið 68. Minnast vit nú til, at Boeg (1902) sjálvur sigur seg ikki at hava
fingið øll, sum ætlast kundu at hava lungnatuberklar við í síni upp-
teljing, og hava vit í huga, hvørji hjálpartól hann hevur havt (einans
lurt og sjóneyku), og bera vit tað saman við tað serliga væl kannaða
tilfarið hjá Poulsen (1957), har bæði hann sjálvur og læknamir hjá
teimum viðvendu frá fyrstu hond gjølla hava havt eyguni eftir minsta
sjúkdómseyðkenni, sum bera kundu á tuberklar, so tykist mær tað
heldur vera at undrast á, at Boeg í 1898 skuldi vita um 49 tilburðir,
har vit í dag skuldu vænta okkum einar 68. — Henda eftirkanning má
tí sigast at visa, at tann ætlaða farmyndin er væl á leið.
Boeg (1902) fann eisini, at í 20-ára skeiðinum 1879—98 vóru deyð
305 fólk av lungnatuberklum í Føroyum, umframt at hann í endanum
á hesum tíðarskeiði kendi 49 á lívi við hesi sjúku. Tilsamans verða
hetta 354 fólk við lungnatuberklum. Nýta vit aftur her tøl Poulsens
*) Magnussen (1938) fann at burturav 378 viðvendum høvdu í eini
eftirlitstíð uppá 23/4 ár 186 fingið tuberklasjúkueyðkenni, av hesum 13
opnar lungnatuberklar. Likt er til, at í eini nóg langari eftirlitstíð høvdu
tilsamans eini 30—40 av teimum 378 fingið lungnatuberklar, t. v. s. eitt
tal, sum samsvarar við Poulsen (1957).