Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 47

Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 47
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld 55 berklum1) (7 av hesum doyðu), 10 við tuberklum i heila- og mønu- serki (øll hesi 10 doyðu) og 12 við skurðtuberklum (1 av hesum doyði). Tilsamans doyðu sostatt 18 burtur úr hesum tilfari í eftirlitsskeiðinum. Tey 209, sum sjúkdómseyðkenni fingu, áttu at verða fráboðað sum nýsjúk. Vit fara nú at miða okkum eftir hesum tølum í teimum kom- andi hugleiðingunum, við tað at vit loyva okkum at lata tað, sum hent er hjá hesum 209 sjúklingum, henda í einum 5-ára tíðarskeiði, sum var meðaleftirlitstíðin fyri hettar tilfar. Taka vit nú tíðarskeiðið 1894—98, so hava vit ætlað okkum til, at í hesum tíðarskeiði áttu av røttum 410 nýsjúk at hava verið fráboðað (sí 3. talvu, haðani fæst 70 X 2 + 90 X 3). Leggja vit tøl Poulsens (1957) til grundar áttu millum 410 nýsjúk at hava verið umleið 74 við opnum lungnatuberklum, 14 av hesum kortini deyðir. Eftir á lívi skuldu tá verið 31. december 1898 umleið 60 við opnum lungnatuberklum, men hetta tal kortini rokna uppá 10.000 ibúgvar. Fólkatalið var hesi ár í meðal 14.000, so talið verður tá 84 á lívi. — Nú er tilfar Poulsens (1957) frá 1932—46, t. v. s. frá eini tíð, tá útlitið til at koma seg av lungna- tuberklum so avgjørt var heilt øðrvísi enn í árunum undan aldaskift- inum, har púrt eingin viðgerð stóð tí sjúka í boði her á landi. Vit hava sæð, at lutfallið millum tey nýsjúku í einum 5-ára bólki og tey deyðu í tí næsta frá 1936—45 og til 1941—50 var vaxið frá 3,8 til 4,5. Vit hava til ta ætlaðu farmyndina nýtt lutfallið 3,6, t. v. s. at talið, vit funnu, má minkast við ið hvussu er einum fimtingi (3,6 : 4,5), frá 84 til um- leið 68. Minnast vit nú til, at Boeg (1902) sjálvur sigur seg ikki at hava fingið øll, sum ætlast kundu at hava lungnatuberklar við í síni upp- teljing, og hava vit í huga, hvørji hjálpartól hann hevur havt (einans lurt og sjóneyku), og bera vit tað saman við tað serliga væl kannaða tilfarið hjá Poulsen (1957), har bæði hann sjálvur og læknamir hjá teimum viðvendu frá fyrstu hond gjølla hava havt eyguni eftir minsta sjúkdómseyðkenni, sum bera kundu á tuberklar, so tykist mær tað heldur vera at undrast á, at Boeg í 1898 skuldi vita um 49 tilburðir, har vit í dag skuldu vænta okkum einar 68. — Henda eftirkanning má tí sigast at visa, at tann ætlaða farmyndin er væl á leið. Boeg (1902) fann eisini, at í 20-ára skeiðinum 1879—98 vóru deyð 305 fólk av lungnatuberklum í Føroyum, umframt at hann í endanum á hesum tíðarskeiði kendi 49 á lívi við hesi sjúku. Tilsamans verða hetta 354 fólk við lungnatuberklum. Nýta vit aftur her tøl Poulsens *) Magnussen (1938) fann at burturav 378 viðvendum høvdu í eini eftirlitstíð uppá 23/4 ár 186 fingið tuberklasjúkueyðkenni, av hesum 13 opnar lungnatuberklar. Likt er til, at í eini nóg langari eftirlitstíð høvdu tilsamans eini 30—40 av teimum 378 fingið lungnatuberklar, t. v. s. eitt tal, sum samsvarar við Poulsen (1957).
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.