Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 29
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
37
Okkum má tí nú loksins vera loyvt aftaná tær her gjørdu
kanningarnar at halda sum toluliga væl prógvað: Tey kunn*
gjørdu tølini fyri tuberkladeyðan í Føroyum upp til 1900
mugu hækkast við umleið 10 °/o. Frá aldarskiftinum til upp
í 1920=uni mugu tey hækkast við umleið JJ°/o, men frá
stutt undan 1930 til dagin í dag eru tey ætlandi so bein,
sum gjørligt er at fáa tílík tøl.
b. Nýsjúk av tuberklum.
Nógv verri eru vit staddir, tá vit nú skulu royna at
meta um, hvussu álítandi tølini viðvíkjandi fráboðaðum
tuberklasjúkum á lívi, tey nýfráboðaðu, kunnu ætlast at vera.
Vit eiga her einki tilfar, ongar særkanningar av smærri
økjum, at miða okkum eftir. Vit kenna tíverri í stórum á
okkum, at hesi tøl eru ógvuliga hál um at halda, hagfrøð*
isliga ótrygg, ja, kanska í summum førum beinleiðis vilb
leiðandi. Ivingasamt man vera, um tey megna at geva okk*
um hylling á, hvussu gongdin hevur verið í tuberklunum
her á landi ta fyrstu fjórðingsøldina ið hvussu er aftaná
1900, um sjúkan hevur verið minkandi, hevur vundið uppá
seg ella kanska hevur staðið við.
Til at døma um hetta, verður í fyrsta lagi neyðugt at
kanna, hvat læknarnir tá á døgum sjálvir hava hildið og
viðmerkt í heilsulagslýsingamar.
Taka vit læknan í Vestmanna undan, har hann í 1899 sigur, at
lungnatuberklarnir eru í minkan og tað eina mest ti, at sjúkan í flestum
førum ger so skjótt av við sjúklingin, at smittuvandin hvørvir, so fáa
vit varhugan av, at teir flestu heldur halda hana vinda uppá seg, tó
teir kanska ikki siga tað bart út. í 1902 verður tikið til, at ivaleyst
bera tey vaxandi deyðatølini meiri prógv um, at sjúkuavgerðimar verða
tryggari, enn at sjúkan nú gongur meiri víða. í 1904 verður sagt, at
tuberklarnir so avgjørt mugu haldast at vinda meira og meira uppá seg,
fyri tað mesta ganga teir sum smáar staðarfestar farsóttir víða um í
bygdunum. 1905 sigst, at tuberklarnir støðugt tykjast at vinda uppá
seg, hóast hin mikli óttin fyri sjúkuni, sum nú er vanligur millum fólk,
man vera ein atvoldin til, at so nógv nýsjúk verða fráboðað. Umframt