Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 138
146
Føroyski leypurin
hólk — seinni ofta jarnhólk — á endarnar á stuðlunum.
Hólkurin var úr veðurlambshorni, skorin av endanum á
horninum. Hetta var ofta gjørt longu meðan leypinum einki
bagdi, til at styrkja stuðlarnar, at teir skuldu ikki slítast
í neðra ella klovna í erva og neðra. — Aðrir bíðaðu við
hesum, til hóttafall var komið á, stuðulin klovnaður, — til
at halda honum saman. — Helst varð tað gjørt við leypar,
ið nógv vórðu brúktir, serliga tøðleypar (Ha.).
Var leypur vorðin veikur av elli, farin at skinkla, varð
spenni «sett á hann» (Ku.) — ella «lagt um hann» (Kl.)
— til at halda honum saman. Hetta spenni var gjørt sum
sagaspenni, oftast snøri bundið millum stuðlarnar dupult,
og sprita stungin ímillum og snarað á til at spenna saman.
1 gomlum døgum nýttu teir grindastreingir, t. e. sinar úr
hamarstjølinum á hvali; hetta vóru bestu spenni (Ku.). —
Vanligast var spenni ímillum stuðlanna í erva ella/og í
neðra, — men tú sært tað eisini á miðjuni á gomlum leypi.
— «Gekk leypurin sundur meðan arbeitt varð, t. d. við
tøðbering, var spenni lagt á hann; tá ið so arbeiðið var
av, varð Ieypurin umvældur rættiliga, annaðhvørt av manrn
inum sjálvum ella av leypasmiði (Nsk.). Fetilin slítist eisini,
hann má tí av og á verða umvældur ella gjørdur nýggjur.
Leypurin endavendur. Var leypurin illa slitin og
skirvisligur, varð hann viðhvørt endavendur: Botnshaki
verður gjørdur í kjaftin og botnur lagdur í, so tær slitnu
kjaftrimarnar verða botnrimar, og teir slitnu stuðlaendarnir
í neðra verða í erva.
Ley pagoymsla. Leyparnir hava verið goymdir í onkrum
úthúsi: hjalli, varðahjalli, gróthúsi, kjallara ella fjósi. —
«í fjósi, tá ið neytini lógu úti» (He.). — «. . . ikki í fjósi»
(Ská.). — Eisini vórðu teir goymdir á einum hvørjum lofti,
ella skoti, var lítil húsarúmd. — Yvirhøvur vórðu teir
goymdir har, teir stóðu til minst trongrúm, — «hvar sum
helst, har sum pláss var, tað var ikki meira at spekulera
upp á tað» (Ha.). — Leyparnir vórðu settir, tá ið teir vórðu
goymdir, ikki hongdir upp, — annað enn hendi seg — og