Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 30
38
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
lungnatuberklar verða funnir tuberklar í nógvum øðrum likamslutum,
serliga eitlatuberklar, tuberklar í beinagrindini og ein tilburður av tu-
berklum í búkhindini. Men aftur í 1906 tykist hann, ið tá skrivar, at
ivast í, um tuberklarnir hava vundið uppá seg í farna árinum. í 1907
verður frá Suðuroy sagt, at nú er meiri at finna enn áður av tuberklum
í beinagrindini. Árið 1909 stakk talið brádliga upp í 82, men hildið
verður, at kikhostafarsótt man hava verið atvoldin, síðan 12 av teimum
fráboðaðu vóru millum 5 og 15 ár á aldri, men í 1915 — tá aftur var
farsótt av kikhosta — verður sagt, at ikki ber til at døma nakað um,
hvørt henda farsótt hevur gjørt nakran mun. Frá 1919 til 1920 vaxa
tølini aftur brádliga, men verður hetta sett í samband við hina miklu
farsóttina av beinkrími (hin spanska sjúkan), sum herjaði í 1919.
Sum tað sæst — vit fingu ikki nógv meiri um at halda
av hesum viðmerkingum úr heilsulagslýsingunum. Tølini
hava at kalla øll ár frá stutt aftaná aldarskiftið og heilt
upp til 1928 staðið mest sum í stað. Okkurt árið hava tey
verið heldur lægri enn í meðal og okkurt einstakt ár hava
tey farið heilt væl upp um meðaltalið fyri hesa fyrstu
fjórðingsøld av 1900, men frá 1929 kemur mikil vøxtur.
Løgið kortini, at tuberklarnir, nú menn í eina drjúgva tíð
hava roynt at basa teimum og hava kent seg so toluliga
tryggar, at teir mest sum hava hildið sjúkuna staðið í stað,
brádliga skulu taka dik á seg og gerast umleið tvey so
vanligir sum higartil. Og kortini er einki dularfult á vási.
Atvoldin er eyðskild — hetta ár, 1928, varð tuberklastøðin
sett á stovn í Føroyum, og, sum seinri skal verða greitt
frá, hon fór reiðuliga at virka í 1929. Sannleikin man tb
verri vera tann, at áðrenn hetta ár hava tey fráboðaðu tølini
neyvan verið á leið. Ein mongd av nýsjúkum eru ongatíð
uppspurd. Hvussu skeiv tølini hava verið, er sjálvandi illt
at døma um, men vit gera beint at minnast aftur á, at fyri
tey deyðu noyddust vit við toluligari vissu at leggja 33 °/o
aftrat teimum kunngjørdu tølunum, og at Cavlsen (1916)
um donsk viðurskifti metti, at frá '/3 upp til eina helvt av
øllum nýggjum tuberklasjúkum, sum læknarnir vitstu um,
ongatíð komu uppí tey fráboðaðu tølini. Mær tykist —
sum lýst skal verða seinri — beinast at rokna við, at brekini