Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 44
52
Tuberklarnir í Føroyum í 19. og 20. øld
batnandi skurðviðgerð hent tað í báðum teimum seinastu
5*ára bólkunum, at nýggir og sterkari virkandi heilivágir
móti tuberklum, eru komnir læknunum í hendi (her verður
hugsað um dihydrostreptomycin, p*aminosalicylsýru og
onnur). Utlitið hjá teimum sjúku til at gerast frísk hevur
tí hesi tíðarskeið verið heilt øðrvísi enn árini framman
undan. Hesi tøl eru tí ikki nýtandi til at miða seg eftir
aftur í tíðina. Pneumothoraxviðgerðina eru menn farnir at
nýta her í Føroyum longu í 1920íárunum. Ivaleyst hava
úrslitini tey fyrstu árini minni enn so verið so góð sum
tey seinru árini. Góð røntgentól at miða seg eftir hava
menn ikki havt fyrrenn umleið 1930, og heilt serkøna við*
gerð kunnu vit ikki halda, at sjúklingarnir hava fingið
fyrr enn upp aftur seinri. Tí er sumt, sum bendir tann
vegin, at lutfallið ið hvussu er undan 1920 hevur verið
kanska væl lægri enn 3,8, men vit kunnu ikki koma til
nakra heilt trygga avgerð í so máta. Heldur einki hjálpir
tað okkum at leita til úrslit úr øðrum londum um somu
tíð, av tí at úrslitini her víkja so ómetaliga nógv hvørt frá
øðrum, og eru menn minni enn so á einum máli um, hvussu
ringar ella góðar vónir, hin tuberklasjúki tá hevði til aftur
at gerast frískur (Ustvedt 1938). — Fara vit tí her at loyva
okkum at nýta lutfallið 3,6 millum nýsjúk og deyð heilt
aftur til áðrenn aldarskiftið við at taka meðaltalið av 4 og 3
og 3,8, og aftaná skulu vit so royna, so frægt sum tað er
gjørligt av tí lítla, vit vita um tuberklarnar tá á døgum í
tryggum tølum, at gera ymiskar smákanningar at vísa, um
vit eru á leið ella ikki í úrslitum okkara.
Nýta vit lutfallið 3,6 ber til at seta upp 3. talvu, við tað
at vit nýta tuberkladeyðan, rættaðan við 10°/o upp til 1900
og við 33 °/o upp til 1920, sum støði undir rokning okkara.
Seta vit nú hesi tøl upp eins og gjørt er í 3. farmynd,
har øll endaúrslit okkara eru teknað upp saman við teimum
upprunaligu tølunum, kemur til sjóndar ein heilt onnur
mynd enn tað ógreiða úrslitið, sum vit fingu á 1. og 2.
farmynd av allari teirri eldru tíðini. Vit síggja tá, at tu*