Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 161
Nøkur orð um R. K. Rasmussen og ritgerðir hansara 169
Hvussu dr. Rasmussen røkti hetta læknastarv í hesi
mongu ár er óneyðugt at lýsa her og í dag. Fólkið har
norðuri dugir at siga sína søgu um hetta. Men sjáldan,
kanska ongatíð, man ein maður hava verið betri lýddur
bæði av høgum og lágum og hava runnið so inniliga saman
við tað fólk, hann virkaði hjá. Lítíllátin og stillfarandi í
allari meðferð dugdi hann í starvi sínum at finna fram á
so mangt, sum farið er framvið aðrar við bráðari lyndi.
Hann dugdi at tiga, dugdi at lurta og at spyrja, ja, at trá»
spyrja hvørt til sína tíð, so kunnleiki hansara til hetta fólk
gjørdist óvanliga stórur samstundis við at hann í upprits*
bøkur sínar fekk fest almikið um lív fólksins frá vøggu
til grøv, um livikor og livihátt, føðslu, klædnabúna, siðir
og við serligum áhuga um gomul heilsuráð. Frá heilt ungum
árum hevur Dr. Rasmussen havt hug at savna og skriv*
liga siga frá og lýsa teir ógreiddu spurningar og tey vanda*
mál, hann rakti við á síni leið. Og tað eru hesar gávur
mannsins og starv hansara sum vísindamaður og rithøv*
undur, vit skulu tríva eitt sindur í her.
Víða hevur hann farið í kanningum sínum og stórliga
hevur hann í so máta ríkað okkara bókmentir. 4 ár eftir
tað, at hann var komin til Eiðis koma fyrstu ritgerðir hans=
ara, og eru tær síðan — at kalla uttan íslit uttan í 1940=
árunum, har tíðin varð vígd til uppritingararbeiði —
komnar nærum á hvørjum ári fram til dagin í dag (sí rit=
gerðaskránna aftanfyri henda greinastubba). Lítið hevur
dr. Rasmussen skrivað, sum e/nans hevur vísindaligan týdn=
ing, at kalla altíð dagar læknin og mannavinurin fram,
samkenslan við tað fólkið, hann virkar hjá og ein trá eftir
og vilji til at bøta um alt tað, sum honum tykist skeivt
og avskeplað.
Aðalevni hansara tey fyrstu árini vóru eingilsk sjúka hjá
børnum (1924, 1925, 1926), tuberklarnir (1924—33) og tey
blindu (1924, 1926, 1932, 1934).
Greinarøðin um eingilsku sjúkuna er heil bók, har hann
søguliga gjølla lýsir fyrikoming sjúkunnar áður í tíðini og
12