Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 66
74
Tuberklarnir i Føroyum í 19. og 20. øld
10.000 íbúgvar um árið. Tá hendir tað í seinasta fjórðingi
av 19. øld, at skipsfiskiskapurin tekur seg upp, og smittu=>
vandin margfaldast, so sjúkan nú alt í einum fær høvi til
at verða borin út í at kalla hvønn býling í landinum. Hon
verður ein reiðulig tjóðarsjúka, so vit stutt fyri og um
aldarskiftið 1900 halda okkum vera á beinari leið, tá vit
uppá 10.000 íbúgvar meta eini 90 nýsjúk at hava verið í
meðal um árið, og stutt eftir aldarskiftið tekur tuberkla*
deyðin seg í hæddina og man hava ligið, ið hvussu er um
25 í meðal um árið uppá 10.000 íbúgvar.
Men síðan hava tuberklarnir verið í líðandi afturgongd,
og hetta seinasta 5«áraskeiðið, sum liðugt er at gera upp,
1951—55, vóru í meðal um árið bert 7,4 nýsjúk og 2,3
deyð uppá 10.000 íbúgvar.1)
Fyrst í hesi ritgerð settu vit fram tann spurning, um
henda afturgongd bert er komin av tilvild ella av manna»
ávum.
Nógvar luttøkuatvoldir eru aloftast uppi í eini heilsu*
ligari framgongd, og ofta eru hesar atvoldir samantengdar
hvør við aðra og tí so ringar at greiða, at tað fyri tað
mesta er ógjørligt at døma um, hvør størsta atvoldin er
til, at ein sjúka sum tuberklarnir minkar. Vit kunnu bera
fram, at livikorini í landinum so líðandi eru farin at batna
aftaná neyðina seinast í 19. øld. í summum førum er hetta
kanska beint (t. d. húsaviðurskiftini), men í aðrar mátar
allarhelst ikki (t. d. kosturin). Serliga føðslan verður, eins
og nevnt er áður, vanliga hildin hava stóran týdning fyri,
hvussu sjúkan tekur seg upp, serliga fyri tuberkladeyðan.
Men hóast nóg so víðgongdar kanningar (Guðjónsson 1940)
hava vit enn ov lítið trygt tilfar um at halda, til at døma
um hetta við vissu. At hin vaxandi áhugin fyri tuberkh
>) Tíverri stendur ikki eins væl til allastaðni, eina ringast í Suðuroy.
1951—55 vóru 39 av teimum 121 nýsjúku og 13 av teimum 37 deyðu
úr Suðuroy. Hetta gevur í meðal um árið uppá 10.000 íbúgvar fyri
Suðuroynna 12,3 ný>júk og 4,1 deyð afturímóti teimum nógv lægri
tølunum fyri hinar oyggjarnar, sum vóru ávikavist 6,1 og 1,8.