Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 66

Fróðskaparrit - 01.01.1956, Page 66
74 Tuberklarnir i Føroyum í 19. og 20. øld 10.000 íbúgvar um árið. Tá hendir tað í seinasta fjórðingi av 19. øld, at skipsfiskiskapurin tekur seg upp, og smittu=> vandin margfaldast, so sjúkan nú alt í einum fær høvi til at verða borin út í at kalla hvønn býling í landinum. Hon verður ein reiðulig tjóðarsjúka, so vit stutt fyri og um aldarskiftið 1900 halda okkum vera á beinari leið, tá vit uppá 10.000 íbúgvar meta eini 90 nýsjúk at hava verið í meðal um árið, og stutt eftir aldarskiftið tekur tuberkla* deyðin seg í hæddina og man hava ligið, ið hvussu er um 25 í meðal um árið uppá 10.000 íbúgvar. Men síðan hava tuberklarnir verið í líðandi afturgongd, og hetta seinasta 5«áraskeiðið, sum liðugt er at gera upp, 1951—55, vóru í meðal um árið bert 7,4 nýsjúk og 2,3 deyð uppá 10.000 íbúgvar.1) Fyrst í hesi ritgerð settu vit fram tann spurning, um henda afturgongd bert er komin av tilvild ella av manna» ávum. Nógvar luttøkuatvoldir eru aloftast uppi í eini heilsu* ligari framgongd, og ofta eru hesar atvoldir samantengdar hvør við aðra og tí so ringar at greiða, at tað fyri tað mesta er ógjørligt at døma um, hvør størsta atvoldin er til, at ein sjúka sum tuberklarnir minkar. Vit kunnu bera fram, at livikorini í landinum so líðandi eru farin at batna aftaná neyðina seinast í 19. øld. í summum førum er hetta kanska beint (t. d. húsaviðurskiftini), men í aðrar mátar allarhelst ikki (t. d. kosturin). Serliga føðslan verður, eins og nevnt er áður, vanliga hildin hava stóran týdning fyri, hvussu sjúkan tekur seg upp, serliga fyri tuberkladeyðan. Men hóast nóg so víðgongdar kanningar (Guðjónsson 1940) hava vit enn ov lítið trygt tilfar um at halda, til at døma um hetta við vissu. At hin vaxandi áhugin fyri tuberkh >) Tíverri stendur ikki eins væl til allastaðni, eina ringast í Suðuroy. 1951—55 vóru 39 av teimum 121 nýsjúku og 13 av teimum 37 deyðu úr Suðuroy. Hetta gevur í meðal um árið uppá 10.000 íbúgvar fyri Suðuroynna 12,3 ný>júk og 4,1 deyð afturímóti teimum nógv lægri tølunum fyri hinar oyggjarnar, sum vóru ávikavist 6,1 og 1,8.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.