Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 117
Føroyski leypurin
125
inn ímóti miðjuni, so verða aftur torvur lagdar ímillum
tær, og síðan hildið fram og laðað upp í hóskandi hædd.
Hesin rokin kann gerast ógvuliga stórur, og hann er sera
sterkur og hevur tann fyrimun, at hann liggur betur á fyri
beringini, betur framyvir, siga teir, ið nýta hann.
Viðvíkjandi tøðunum.
Onnur høvuðsnýtsla leypsins var til tøðbering. Her var
nýttur tøðleypur, eisini tann við leysum botni eins og ross^
leypur (t. d. G). Summar staðir (t. d. Gj., T.) verður bert
nýttur tættleypur.
Tøðini vórðu borin um várið, — váringin, veltingin. Fyrr
var tað kornveltingin, fyrst og fremst, seinni eplini. 1 hægstu
veltingartíð, t. e. frá leypársmessu, 24. februar, til mariu*
messu, 25. mars, varð borið ella reitt dag um dag, um tað
viðraði so frægt. Men var veðrið ólagaligt, endaði veltingin
seinni; seinasta sátíð var á krossmessu, 3. mei. Við epla=
velting verða tøðini vanliga ikki borin á veltuna fyrr enn
frá fyrst í apríl og úteftir. — Summir bóru tøð um veturin,
tá ið einki annað gjørdist. «Menn, ið vóru illa ábornir við
ross, bóru tøðini ávegis um veturin» (Mv.). Teir, sum høvdu
ross og langan tøðveg, reiddu. Aðrir bóru ella lántu sær
ross. — 1 summum bygdum varð alls ikki reitt (t. d. F.,
Kl., N., Árn., Ki.). — Longsti tøðvegur hevur verið o. u.
2 km, so styttri og heilt niður í onga leið at kalla, tí bygdin
er í bønum. Eins og við torvleypinum er ógviliga misjavnt,
hvat menn hava mett ein tøðleyp til at viga, frá 30—35 kg
til 60—70 kg. Og ymist er, sum menn meta saman tøðleyp
at bera og rossleyp til tøð; summir siga hin fyrra at vera
størri — maðurin skuldi bera klyvina, var hann góður við
rossið (Hoy.) — summir hin seinna (t. d. N.), og tað sigur
Svabo2).
Reiðingin er í øllum støðum minkað, og í flestum støð*
um fallin heilt burtur. Fyrst og fremst hava vegimir gjørt
hetta, tí rossavagnur kom í staðin fyri, og serliga bilurin.
í Sandvík vóru t. d. 4—5 ross, men tá ið bilur kom til