Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 80
88
Merking av toski vestan fyri Suðuroy í 1952
við merkinum, hvussu langt burtur fiskurin er afturfisk*
aður frá staðnum, har hann varð merktur, fiskireiðskapur,
og hvaðani fiskifarið er. 3. talva vísir tað sama sum 2. talva
fyri teir fiskar, ið merktir vóru 18. og 19. november. Av
teimum 152 fiskunum, ið vórðu merktir hesar báðar dag*
arnar, eru 28 fiskaðir aftur (18,4%).
Vit síggja her, hvussu nógvir fiskar eru afturfingnir 1.,
2., 3. og 4. árið aftaná merkingina:
Merktir Afturfiskaðir Afturfingnir °/0
1. 2. 3. 4. árið tilsamans
16. juni 1952 371 34 24 3 5 66 17,8
18.-19. nov. 1952 152 19 7 2 28 18,4
Allur fiskurin er fingin aftur undir Føroyum (ein á Før=
oya banka) uttan ein, ið er fiskaður norðan fyri Dogger
banka í Norðsjónum. Flesin fiskur er fingin 27. september
1955 (merktur 16. juni 1952) av einum snurruváðsbáti úr
Grimsby, einar 4600 fjórðingar frá staðnum har hann er
merktur. Annars síggja vit á kortinum (1.—8. mynd), hvar
fiskurin er afturfingin. Tann dupulti ringurin vestan fyri
Suðuroy vísir staðin, har fiskurin er merktur. Teir svørtu
blettirnir uttan um oyggjarnar vísa, hvar fiskurin er aftur*
fingin. Tølini merkja hvussu nógvar mánaðir fiskurin hevur
verið í sjónum aftaná merkingina. 1,—5. mynd vísa aftur*
fisking av fiski merktur 16. juni. 1. mynd vísir afturfisking
tað fyrsta hálva árið, 2. mynd tað næsta hálva árið o.s.fr.,
tó vísir 5. mynd teir fiskar ið eru afturfiskaðir meiri enn
2 ár eftir merkingina. 6.-8. mynd vísa afturfisking av fiski
merktur 18.—19. november. 6. mynd vísir afturfisking tað
fyrsta hálva árið, 7. mynd tað næsta hálva árið og 8. mynd
teir fiskar, ið eru fiskaðir aftur meira enn eitt ár aftaná
merkingina.
Fara vit at kanna, hvør ið hevur fiskað hesar 94 aftur*