Fróðskaparrit - 01.01.1956, Blaðsíða 132
140
Føroyski leypurin
framyvir, og alt rennur úr. Teir ansaðu eftir, at fetilin
skuldi ikki verða dálkaður, hongdu hann tí um annan
frammstuðulin, tá ið teir settu leypin, har vátt var el. skitið.
So ymissur, sum atburðurin er, tá ið arbeitt verður við
leypi, so er høvuðsreglan allastaðni tann at eira leypinum,
at hann skuldi ikki brotna. Teir vórðu tí so gamlir, leyp*
arnir hjá dugnamonnum. (Sí bl. 147).
At hava undir. Tá ið teir bóru tøð, tara — endiliga
tara (Hú.) — tvag, alt, sum væta setti úr, t. d. fisk o. a.,
høvdu teir altíð okkurt undir Ieypinum, ímóti bakinum,
til ikki at dálka seg. Hetta hevur yvirhøvur verið roð,
tøðroð. Tað var ymist, hvussu teir høvdu roðið: rakað ella
rotað, barkað ella óbarkað. Rakað roð dámdi summum
betur, tí tað var stívari. Summir hava havt eitt heldur
óvandað roð, tunt, men tó helst stórt. Aðrar staðir hava
tey helst havt gott roð til hetta (Hú.). — Eisini hava teir
havt skinn, óvandað, so tað hevur verið heldur snøgt, ofta
deyðseyðaskinn. Roðið varð havt ímóti leypinum, ullin
ímóti bakinum. — í seinni tíð nýta mangir oljuklæði, t. d.
gamla oljusvintu, — ella eitt segldúksstykki (T.).
Hetta undirlagið, roðið ella hvat tað hevur verið, mátti
vera so sítt, at tað rakk nakað niðurum leypin, niður ímóti
knæsbótunum.
Roðið varð so fest aftur at framsíðuni á leypinum, og
hetta varð gjørt á ymsan hátt. Summir (Da.) drógu fetla*
teggjurnar ígjøgnum hol, sum vórðu gjørd í roðið og hildu
á tann hátt roðnum at leypssíðuni. Vanligt hevur verið at
festa bæði ovaru hornini á roðnum í ovara enda á stuðh
unum. Hetta varð gjørt t. d. við at gera hol í roðið við
bæði ovaru hornini og smoyggja niðuryvir stuðulin, ella
ein lykkja varð gjørd við snøri í hornini og smoygd niður*
yvir; summir bundu bert snørisstubba um hornini og bundu
í stuðulin. «Roðið varð fest við hálsinum upp um ovastu
rim og bundnum við snøri; geirarnir vórðu festir við snøri
hvør sínu megin í afturstuðlarnar* (Nsk.). — Har afturat
hava roðini ofta verið fest í niðara enda á stuðlunum, ella